Hesaferð verða bestu fótbóltsspælararnir í farna kappingarári heiðraðir, og helst best umtókti føroysku tónleikabólkurin í løtuni fer at spæla live og práta við vertirnar í sendingini.
Miðlahúsið fer saman við venjarum og liðformonnum á liðunum í bestu mans- og kvinnudeildunum at kjósa ársins spælarar, stjørnuskot, málmenn, venjarar og toppskjúttar. Eisini verður ein fair play virðisløn latin til tað liðið í Vodafone deildini, sum hevur skikkað sær best.
Í sendingini verður prátað við vinnararnar, FSF-forsetin Christian Andreasen støkkur inn á gólvið til eitt prát, og Rás2-viðmerkjari fer at siga sína hugsan um, hví HB gjørdist føroyameistari framman fyri EB/Streym og NSÍ.
Páll Finnur Páll má verða best umtókti tónleikabólkurin í Føroyum í løtuni – í øllum førum millum yngra ættarliðið. Teir vitja í Hvonn Live hesaferð. Teir sleppa at svara naskum spurningum, og teir fara eisini at spæla live á Hvonn.
Hvonn Live er á skránni leygarkvøldið kl. 20.00, og fólk eru væl komin á Hvonn at fylgja sendingini. Eisini ber til at hoyra alt á Rás2.