Bestu trollemmar á marknaðinum

Tað eru ikki eiti á skotsmál, ið nýggju trollemmarnir hjá Helga Larsen úr Vági fáa. Skiparar, ið hava roynt hesar lemmar siga, at talan er um bestu trollemmarnar, ið finnast á marknaðinum í løtuni.

? Vit hava roynt hetta nýggja slagið av trollemmum teir seinastu 4 - 5 túrarnar, og heilt vist eru hetta teir bestu trollemmarnir, ið vit nakrantíð hava roynt. Hetta sigur Zacharias Zachariassen, skipari á trolbátinum Sæborg, ið hevði eitt stak gott fiskiár í 1998.

Zacharias Zachariassen sigur, at sum heild gongur nógv berti at trola við nýggja slagnum av lemmum. Hann sigur, at tá ein skjýtur teir avstað, eru eingir trupulleikar. ? Teir passa seg sjálvar, sigur hann. Hann leggur aftrurat, at trolið gongur nógv betri í sjógnum við teimum nýggju lemmunum, og lættari er eisini at tóga. Skiparin á Sæborg sigur, at um tað við nýggju lemmunum verður tógað við somu megi, sum tað varð við teimum gomlu, so gongur skipið 1 - 1,5 míl skjótari. Hetta sigur hann ger, at til ber at spara eina rúgvu av olju, samstundis sum fikiskapurin verður betri.


Útlendsku einki afturímóti

Zacharis Zachariassen sigur, at teir hava roynt ymisk sløg av trollemmum, bæði úr Íslandi, Fraklandi og Danmark. Hesir, sigur hann, hava havt sínar fyrimunir og sínar vansar, men hann heldur ikki, at nakrir av hesum kundu staðið seg í kapping við nýggju trollemmarnar hjá flogverkfrøðinginum, Helga Larsen úr Vági.

Skiparin á Sæborg sigur, at eftir at royndirnar hjá skipinum hava verið so góðar við nýggju trollemmunum, hevur reiðaríðið avgjørt at keypa sama slag av lemmum til hitt skipið hjá teimum, ið ber navnið Sjóborg.

Zacharias Zachariassen sigur, at hann ætlar sær heilt avgjørt at halda áfram at fiska við hesum slagnum av trollemmum, um einki uppaftur betri verður uppfunnið. Hann sigur til endans, at hann einans hevur gott at bera lemmunum, og kann hann ikki seta ein fingur á nakað við teimum.


Kunnu nýtast innan oljuvinnuna

Helgi Larsen úr Vági, ið hevur uppfunnið nýggju trollemmarnar, sigur, at hesir eins væl kunnu nýtast í oljuvinnuni. Hetta, sigur hann, kemst av, at lemmarnir væl kunnu svimja uppi í sjónum við stórari spílieffekt, og er tað júst hetta, ið hevur stóran týdning fyri seismikkskip.

Hóast tollemmarnir hjá Helga Larsen eru sera væl egnaðir til seismikkskip, eru eingir seldir slíkum enn. Hetta kemst tó av, at framleiðslan av lemmunum fyribils bert hevur koyrt á royndarstigi, og tí er lítið og einki gjørt við marknaðarføring av lemmunum. ? Hetta verður ikki gjørt fyrr enn vit eru farnir undir eina meira fasta framleiðslu av lemmunum, sigur Helgi Larsen. Hann leggur afturat, at ikki ber til at bjóða fram eina vøru fyrr enn ein er vísur í, at til ber at útvega nóg stórar nøgdir av henni.

Ætlanin hjá Helga Larsen og samstarvsfeløgum hansara er, at framleiðslan av trollemmunum skal koma í eina meira fasta legu, nú í byrjanini av 1999.

Helgi hevur við lemmum sínum fyribils húsast í leigaðum høli í fyrrverandi Polarfrost í Vági, men neyðugt er at útvega sær annað høli, orsaka av, at ov lágt er til loftið.

Higartil hevur Helgi havt einar fimm mans við í arbeiðinum, ið hevur verið stuðlað av Føroya Banka og ymiskum føroyskum og donskum grunnum.