Bookmakarin Bet365 er dømdur at gjalda endurgjald upp á tilsamans 4,75 milliónir krónur til fleiri donsk ítróttarfólk fyri brot á myndarættindi teirra.
Tað hendir, eftir at eitt mál millum 23 danskar ítróttarstjørnur og Bet365 í dag varð avgjørt í Sjó- og Handilsrættinum.
Á listanum yvir tey 23 ítróttarfólkini eru millum annað Christian Eriksen, Mikkel Hansen og Viktor Axelsen.
Spælifyritøkan hevur fleiri ferðir brúkt nøvn og andlit hjá ítróttarfólkunum í uppsløgum á sosialum miðlum. Rætturin gjørdi av, at hvørt av ítróttarfólkunum skuldi hava 50.000 fyri hvørt uppslag.
Tilsamans er endurgjaldið upp á 4,75 milliónir krónur, sum er 50.000 minni, enn ítróttarfólkini høvdu kravt.
Tað er tí, at Mikkel Hansen hevði kravt 75.000 krónur fyri hvørt av teimum báðum uppsløgunum, har hann var brúktur. Rætturin gjørdi av, at Mikkel Hansen skuldi fáa 50.000 krónur fyri hvørt uppslag – sum hini ítróttarfólkini eisini fingu.
Størsta endurgjaldið fekk fótbóltsspælarin Christian Eriksen, sum fekk 1,45 milliónir krónur.
Málmaðurin Kasper Schmeichel fær eina hálva millión krónur, meðan Pernille Harder fær 350.000 krónur.
Endurgjaldið pluss rentur skal gjaldast innan tvær vikur.
/ritzau/