Betala 12.000 meiri í skatti

Tað er stórur munur á, at sjómenn sleppa lættari í skatti enn t ey, ið arbeiða á landi. Og tess høgri inntøkan er, jú størri verður munurin

Ein tímaløntur á landi, sum arbeiðir fulla tíð, skal í ár betala 12.000 krónur meiri í skatti, enn starvsbróðurin, á sjónum, sum forvinnur tað sama.

Hetta er ein avleiðing av nýggju reglunum í skattalógini um, at sjómenn skulu fáa ein frádrátt uppá 15% í inntøkuni, áðrenn hon verður skattað.

Tvs, at hjá sjómonnum verða landsskattur, kommunuskattur, gjald til ALS og Samhaldsfasta, roknað út av 85% av inntøkuni.

­ Ein avleiðing av hesum er, at samfelagsbólkarnir í Føroyum, eisini í verka mannastættini, eru ikki longur líka fyri skatalógini.

Ein búskaparfrøðingur hevur roknað út fyri Føroya Arbeiðarfelag, hvussu nógv meiri tey, sum arbeiða á landi, nú skulu betala í skatti av somu inntøku, sum ein sjómaður hevur.

Ein tímaløntur á landi, sum arbeiðir fulla tíð, forvinnur góðar 150.000 krónur um árið.

Og av teimum 150.000 skal hann betala 12.000 krónur meiri í skatti, enn ein sjómaður, sum eisini forvinnur 150.000 krónur.

Hjá tí tímalønta á landi er skatturin góðar 55.000 krónur, ella 37%.

Hjá sjómanninum er skatturin hinvegin góðar 43.000 krónur, ella knøpp 29%.

Hetta kemst sjálvandi av, at hóast sjómaðurin forvinnur 150.000 krónur, verður hann bara skattaður av 127.500 kr., tí 15% skulu dragast frá.

Tað vil siga, at tann tímalønti skal betala knappar 12.000 meiri í skatti av eini løn uppá 150.000 enn sjómaðurin skal betala av somu løn.

Í útrokningunum eru ongir aðrir frádráttir tiknir við enn tey 15% til sjómenn.


Hægri løn, størri munur

Munurin á, hvussu nógv tey á landi skulu betala meiri í skatti, enn sjómaðurin skal, hóast báðir forvinna tað sama, verður størri og størri, jú hægri lønin er.

Av eini inntøku uppá 200.000 krónur, skal tann á landi betala 18.000 krónur meiri í skatti, enn fiskimaðurin skal betala av somu løn.

Útrokningarnar hjá búskaparfrøðinginum hjá Føroya Arbeiðarafelag, vísa, at tey á landi skulu longu betala ein triðing av lønini í skatti, tá ið tey hava forvunnið 125.000 krónur.

Men sjómaðurin skal heilt uppá 200.000, áðrenn hann betalir triðingin í skatti.

Av áðurnevndu inntøku uppá 200.000 kr. skal tann á landi betala 85.170 krónur í skatti, tað eru 42%, og sjómaðurin skal betala 67.245 krónur, tað eru 33,6%.

Uppaftur grefligari verður munurin, tá ið tað kemur til tær hægru inntøkurnar.

Vit skulu nevna tvey dømi afturat:

Av eini inntøku uppá 300.000 krónur, betalir tann á landi 144.920 krónur í skatti, tað eru 48,3%.

Sjómaðurin betalir 118.033 krónur í skatti, ella 39,3%. Tað eru 26.888 krónur, ella 9% minni enn tann á landi.

Av eini inntøku uppá 500.000 krónur, betalir tann á landi 264.420 krónur, ella 52,9% í skatti.

Sjómaðurin betalir hinvegin 219.608 krónur í skatti, tað eru 43,9%.

Sostatt skal tann á landi betala 9 %, ella heilar 44.813 krónur meiri í skatti av eini inntøku uppá 500.000 kr. enn sjómaðurin. skal.