Betala fyri at fara í býin

Tað er ikki ókeypis hjá starvsfólkum hjá býráðnum í Havn at fara í býin. Men nú skulu tey eisini dragast í løn fyri at fara til lækna, til tannlækna og at fylgja líki, uttan tá ið talan er um næstu skyldfólk

Starvsfólkapolitikkur

Starvsfólk í Tórshavnar Býráð verða drigin í løn, tá ið tey fara í býin í privatum ørindum.
Tað sigur Niels Uni Dam, sum sjálvur arbeiðir hjá býráðnum.
Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um, at starvsfólk hjá býráðnum nú skulu dragast í løn fyri at fara í býin í privatum ørindum.
Niels Uni Dam sigur, at hetta ljóðar sum um, at starvsfólk hjá býráðnum kunnu fara í býin í privatum ørindum uttan at vera drigin í løn.
Og tí eru tað eisinmi nógv sum hava skotið teimum í skógvarnar, at skattgjaldarin skal betala starvsfólki hjá býráðnum løn, tá ið tey ganga í býnum í privatum ørindum og tað halda nógv er heilt órímiligt.
? Men hetta er ikki so, sigur Niels Uni Dam.
Hann sigur, at í heilt nógv ár hevur tað verið so, at starvsfólk hjá býráðnum eru drigin í løn, tá ið tey hava verið í býnum í privatum ørindum.
? Men tað nýggja er, at nú skulu tey eisini dragast í løn, tá ið tey eru hjá lækna, tannlækna, ella tá ið tey fara at fylgja líki, uttan tá ið talan er um næstu skyldfólk, sigur hann.
Hann sigur, at tað er hetta, sum stendur í nýggju reglununum, sum leiðslan í Tórshavnar Býráð ætlaði at seta í verk.
Higartil eru starvsfólkini sostatt ikki drigin í løn,. tá ið tey eru farin til lækna, tannlækna ella eru farin at fylgja líki.
Men hetta eru sotatt eisini einastu ørindi, sum starvsfólkini kunnu gera, uttan at verða drigin í løn, sigur hann