Betri Banki ger ikki mun á fólki vegna aldur

– Tað er ikki rætt, sum Landsfelag Pensjónista førir fram, at nevndarlimir í Betri Banki ikki kunnu veljast ella veljast aftur, tá teir eru fylti 70 ár

 

Tað sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, í sambandi við grein hjá Landsfelag Pensjónista, sum varð endurgivin her á in.fo í gjár.

Í greinini stóð m. a.:

»Dentur skal leggjast á, at omanfyri nevndi peningastovnur absolutt ikki er einsamallur við 70 ára aldursmarkinum. Støðan er hin sama, tað snýr seg um viðtøkurnar viðv. nevndini hjá Betri Banka og Norðoya Sparikassa, men ikki tá tað kemur til Suðuroyar Sparikassa...«

– Hettar er ikki rætt hvat viðvíkur Betri Banka, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Betri Banka, tí viðtøkurnar hjá Betri Banka eru broyttar, so tær loyva nú, at fólk líka mikið aldur kunnu veljast í nevnd bankans.