Síðani yvirgangsatsóknirnar hjá Anders Behring Breivik í Noregi seinasta summar hevur danska fregnartænastan lagt størri dent á at avdúka einstaklingar og minni bólkar í Danmark, sum eru til reiðar at brúka politiskan harðskap. Tað sigur stjórin í Politiets Efterretningstjeneste, Jakob Scharf, við Kristeligt Dagblad í dag.
Spurningurin um víðgongdar kreftir í Danmark hevur fingið serliga nógva umrøðu í sambandi við eitt tiltak, sum tann høgrasinnaði felagsskapurin Danish Defence League heldur í Århus í dag, har víðgongd høgrasinnað úr øllum Evropa fara at ganga mótmælisgongu ímóti islam. Samstundis skipa onnur fyri einum móttiltaki, og løgreglan í Århus hevur fyrireikað seg væl til dagin.
Jakob Scharf sigur við Kristeligt Dagblad, at í fregnartænastuni harmast tey serliga um, at víðgingd høgrasinnað úr Mið- og Eysturevropa koma til Danmarkar, tí tey eru skjót at brúka harðskap.
PET-stjórin sigur, at tað eru nøkur hundrað víðgongd høgrasinnað í Danmark, og at talið er rættiliga støðugt.