Tað eru 1.100 % fleiri hondbóltsleikarar í Fraklandi enn íbúgvar í Føroyum

Her er nakað av tí sum hondbóltsmiðlar skriva um stóra føroyska hondbóltsbragdið

Stóra HM-bragdið hjá føroyska U21-landsliðnum at knógva franska hondbóltsrisanum 28-27, og vinna seg í HM-fjórðingsfinalurnar hevur givið endurljóð. 

 

Kendi danski, altjóða hondbóltsserfrøðingurin, Rasmus Boysen hevur nógvar fylgjarar. Á facebookvanga sínum staðfestir Rasmus Boysen: - Tað eru 1100 % fleiri hondbóltsleikarar í Fraklandi enn íbúgvar í Føroyum:

 

##med2##

 

Bæði stóri íslendski hondbóltsmiðilin, handbolti.is og størsti miðilin í Íslandi, Morgunblaðið staðfesta føroyska bragdið við vøkrum yvirskriftum:

 

##med3##

 

##med4##

 

Stóri danski hondbóltsmiðilin, hbold hevur hesi orð at siga um føroyska bragdið:

 

##med5##

 

Og franska hondbóltssambandið staðfestir stutt og greitt, at Frakland "mátti boyggja seg" fyri Føroyum:

 

##med6##