Betri enn Messi og Ronaldo

Luis Suarez er nýggi metmaðurin í Spania

Í gjár bleiv FC Barcelona spanskur meistari í harðari kapping við Real Madrid, sum við tólv sigrum upp í slag bjóðaði upp til dans á seinasta leikdegnum.

 

FC Barcelona vann 3-0 á Granada og vann La Liga eitt stig frammanfyri Real Madrid. Luis Suarez skoraði øll trý málini fyri tvífalda meistaraliðið. Luis Suarez hevur hetta kappingarárið klárað nakað, sum hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo hava klárað.

 

Framherjin úr Uruguay er nú toppskjútti og spælarin, ið hevur lagt upp til flest mál í La Liga í hesum kappingarárinum. Meðan Lionel Messi og Cristiano Ronaldo hvør í sínum lagt hava verið toppskjúttar og lagt upp til flest mál gjøgnum seinnu árini, so hava teir ongantíð klárað tað í einum og sama kappingarár.

 

Í so máta er Luis Suarez betri enn Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.