Betrið heldur fólkapensjónina

Ætlan landsstýrisins um tvungna eftirlønaruppsparing fær skot fyri bógvin, tá Bent Rold Andersen, fyrrverandi ráðharri í Danmark, heldur mælir til at betra um fólkapensjónina í Føroyum, tí tvungna uppsparingin elvir til stóran ójavna millum pensjónistar

 

Bent Rold Andersen mælir føroyingum til ikki at gera sama mistakið sum danir hava gjørt. Hann er harðliga ímóti at seta á stovn tvungnar eftirlønaruppsparingar á arbeiðsmarknaðinum. Hann er hinvegin heitur forsprákari fyri at betra um ta fólkapensjón, sum vit hava í Føroyum.

Tað er Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur sent boð eftir Bent Rold Andersen, og hann fer at hava fyrilestrar í Føroyum um hetta evnið. Hetta er ein roynd hjá størsta arbeiðarafelagnum í Føroyum at kunnu fólk um vansarnar við teimum ætlanum, landsstýrið hevur á pensjónsøkinum. Fakfelagið vil heldur hava landsins myndugleikar at betra um fólkapensjónina, tí hon er solidariskari.


Ójavni

Bent Rold Andersen vísir á, at á arbeiðsmarknaðinum er tað neyðugt, at inntøkurnar hjá arbeiðstakarum eru ójavnar, um marknaðarbúskapurin skal virka.

Tað er tó eingin orsøk til, at hesin ójavni millum inntøkurnar hjá fólki eisini er til staðar, tá fólk fara um pensjónsaldur.

Tað er hetta, sum ein tvungin eftirlønaruppsparing hevði elvt til. Orsøkin er, at jú meira tú tjenar, tess størri verður pensjónin. Ergo, tey lágløntu hava nógv lægri pensjón enn ein, sum fær hægri løn gjøgnum lívið.

? Fólkapensjónin er ein samhaldsføst skipan, og hana eiga vit at halda fast við, sigur Bent Rold Andersen, sum næstan alt sítt lív hevur verið limur í danska sosialdemokratiska flokkinum, men nú hevur tikið seg úr sum mótmæli móti tí politikki, flokkurin hevur ført á eldraøkinum seinastu árini.


Samhaldsfesti

Danski búskaparfrøðingurin vísir á, at byrðan er eins stór, um tú letur ein part av lønini í skatti til fólkapensjónina, ella um tú letur ein part av lønini til tína egnu uppsparing. Munurin er, at í seinna førinum er peningurin oyramerktur til tín sjálvs.

Bent Rold Andersen sigur, at tey flestu londini í Evropa hava tvungnar eftirlønaruppsparingar, men hann heldur uppá, at tey ikki eru betri fyri enn tey Norðurlond, sum hava hildið fast við fólkapensjónina. Tað er tí einki, sum bendir á, at ein persónlig sáttmálabundin uppsparing er frægari enn at útbyggja fólkapensjónina.

Tað eru røddir frammi um, at jú meira fólk spara saman, tess betri er tað fyri búskapin í landinum, tí hetta er við til at økja um kapitalin og betrar um livistøðið.

Hesum sjónarmiði tekur fyrrverandi ráðharrin við sosialmálum ikki undir við. Hann metir, at í góðum tíðum við hákonjunkturi er uppsparingin kanska góð. Men tá gongdin í búskapinum vendir, og búskaparkreppa tekur seg upp við arbeiðsloysi, so elvir tvungna uppsparingin til, at keypiorkan minkar og framleiðarar sleppa sostatt ikki av við vøruna. Uppsparingin versnar sostatt um búskaparkreppuna.

Tá goldið verður til fólkapensjónina gjøgnum skattin, so fer peningurin beinleiðis útaftur í samfelagið og keypiorkan minkar sostatt ikki.

Samanumtikið metir Bent Rold Andersen, at viðhaldsfólk av persónligu uppsparingini eru sek í sjálvsøkni. Tey vilja bara spara upp til sín sjálvs heldur enn til eina felags fólkapensjón. Yngra ættarliðið eigur heldur at lata ein part av síni inntøku til fólkapensjónina, tí tey njóta allar teir ágóðar, ið samfelagið veitir, og sum núverandi pensjónistar hava verið við til at gjalda, so sum infrastrukturin, útbúgvingarverkið og sjúkrahúsverkið.