Landslæknin hevur nú kunnað danska heilsustýrið um álvarsomu CTD-sjúkuna fyri at gera tað lættari hjá føroyingum í Danmark at verða kannaðir og viðgjørdir.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt burtur úr at upplýsa føroyingar her heima í Føroyum um sjúkuna og tað eru eisini túsundtals føroyingar, sum higartil hava latið seg kannað.
Tað er bráðneyðugt, at tey, sum hava sjúkuna, koma í viðgerð við Carnetin við brestin, tí stórur vandi er fyri at doyggja brádliga á rættiliga ungum árum.
Men samstundis hevur verið fýlst á, at alt ov lítið er gjørt fyri at kanna føroyingar uttanlands og upplýst er um føroyingar, sum eru vendir í hurðini hjá lækna, tá ið teir hava biðið um eina CTD kanning, tí sjúkan er at kalla ókend uttanlands og læknarnir vita ikki, hvat fólk tosa um.
Men nú hevur so landslæknin skrivað danska heilsustýrinum skriv, har hann kunnar um sjúkuna.
Endamálið er at heilsustýrið so skal kunna læknar úti um landið í Danmark, so at teir vita, hvat málið snýr seg um og taka tað í álvara, tá ið føroyingar biðja um slíkar kanningar.
Annars er meiri at lesa á føroyskum og á donskum um CTD á heimasíðuni hjá heilsimálaráðnum, sum er á síggja á www.hmr.fo
MYND AV CTD
Nú skal danska heilsuverkið kunnast betri um herviligu CTD-sjúkuna fyri at gera tað lættari hjá føroyingum í Danmark at verða kannaðir og fáa viðgerð