Betri lag á Skála

Higartil í ár hevur tað verið soltið hjá Skála og KÍ ? bæði í steypakappingini og í fyrsta umfarinum í landskappingini.

Tí hevur tað serliga stóran týdning hjá báðum pørtum at vinna úrtøku, tá ið liðini hittast á Skála í dag. Full úrtøka hjá Skála á heimavølli og ikki minni hjá klaksvíkingum á útivølli kann fara at vísa seg at fara at hava ógvuliga stóran týdning, hvussu gongdin og úrtøkan fer at verða næstu vikurnar.

Á Skála og um Skála liðið hevur verið nógv tosað, tí tað hevur verið trot upp á spælarar. Fokus hevur verið á teimum, sum undanfarnu árini hava verið stuðulsspælarar, men sum ikki hava verið við higartil í ár.

Hóast tungu byrjanina so eru lagið og mótið eitt sindur betri á Skála nú, tí tríggir av spælarunum, sum hava verið saknaðir, eru nú tøkir hjá John Petersen. Teir eru Pauli G. Hansen, Alexandur Johansen og Bárður Danielsen. Tað hevur eisini verið tosað um, at Bogi Gregersen og Rúni Rasmussen skuldu koma afturíaftur, men teir hava ikki enn verið og vant saman við besta liðnum.

Undan heimauppgerðini ímóti HB næsta sunnudag, skulu fótbóltsglaðu klaksvíkingarnir fylgja sínum liði út á Skála í dag.

Jan Andreasen er ikki tøkur, og nú er Harley Bertholdsen, heldur ikki tøkur. Harley hevur trupulleikar í øðrum lærinum.

Bjarni Jørgensen hevur ikki vant í vikuni, og hann verður ikki ímillum teir fyrstu ellivu í dag. Brasilski Anderson, sum ikki enn hevur verið á besta liðnum, er í ferðalagnum út á Skála, og tað verður álopsspælarin Jósup Henriksen eisini.