Betri NMT 900 fartelefontænasta

.

Útbyggingarætlanin av NMT 900 heldur fram. Umframt sendaran á Presttanga í Vágum, sum varð settur til síðst í mai mánaði, eru nú eisini sendarar á Sandfelli og á Støðlafjalli settir til.


Sendarin á Sandfelli víðkar um útreiðsluøkið til eisini at umfata meginpartin av vegastrekkinum úr Vestmanna til Kollafjarðar og Kaldbaksfjørðin. Sendarin á Støðlafjalli dekkar Syðru- og Norðragøtu, umframt at ein betri dekningur eisini verður framvið Skálafjørðinum.


Innan 1. juli verða eisini sendarar settir til á Hálsinum í Klaksvík, í Nesvík og í Vági. Hesir fara at dekka Leirvík, part av eystaru síðu av Kallsoynni, stóran part av Sundlagnum og Vág og økið rundanum. Telefonverkið ger vart við, at eisini innanfyri nevndu øki kann tað koma fyri, at minni góður dekningur er.