Betri skipan fyri fiskafólk

Als skal nú umskipast so at hon verður betri fyri tey, sum arbeiða í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi

Tað er neyðugt at neyðugt at endurskoða als, so at hon verður betri.

Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, á aðalfundinum í felagnum um vikuskiftið.

Hon harmast um, at tað hevur gingið so strilti at endurskoða ALS, hóast tað nú eru 16 ár síðani, at skipanin varð sett í verk í ringastu kreppuárum í Føroyum.

Fleiri royndir eru gjørdar, men politisk mótstøða hevur verið ímóti yvirhøvur at taka málið til viðgerðar.

Orsøkin til tað erð er, at fleiri serfrøðingar og fleiri politikarar tvíhalda um, at ALS er ein skattur. Sostatt er tað ólógligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum umsita ALS, tí tað er bara Løgtingið, sum kann krevja inn skatt og tí er tað bara Løgtingið, sum kann umsita skipanina.

Hetta hevur ført við sær, at uppskot um ábøtur á ALS hava verið burturvíst í tinginum.

Aðrir serfrøðingar eru ósamdir og meta, at ALS er eitt arbeiðsmarknaðargjald, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum fult lógliga kunnu umsita sjálvir.


Fylgja upp

Í novembur varð enn ein roynd gjørd at endurskoða skipanina og tá eydnaðist ikki at forða fyri, at løgtingið fekk málið til viðgerðar, sjálvt um tað varð roynt at forða fyri at tað kom til viðgerðar.

Men áðrenn uppskotið kom til viðgerðar í Løgtinginum, varð val útskrivað, og tí fall tað burtur.

Nú ætlar nývalda samgongan aftur at taka málið upp.

- Hetta má sjálvandi vera í samstarvi við stýrið fyri ALS, sigur Ingeborg Vinther.

Hon vísir annars á, at stýrið fyri ALS er sjálvt farið í holt við at endurskoða lógina.

- Serliga er tað neyðugt at bøta um fiskavirkisskipanina, so har mugu broytingar gerast, sigur Ingeborg Vinther.

Í samgonguskjalinum hjá CHE samgonguni stendur, at ALS-skipanin verður endurskoðað, m.a. fyri at hækka endurgjaldið og fyri at gera skipanina betri fyri sjómenn, parttíðarsett og tey, sum skulu fáa tilboð um umskúling.

Hetta fegnast forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag um og hon sigur, at fakfeløgini fara at fylgja hesum upp, so at samgongan eisini veruliga fremur hetta í verki.