Grindadráp
Hvalba: Nú skulu umstøðurnar at drepa grind í Hvalba, gerast betri.
Tað er í hvussu so er ætlanin hjá Hvalbiar Kommunu.
Á bygdaráðsfundi hóskvøldið reisti borgarstjórin, Levi Niclasen, spurningin um, hvat kommunan kundi gera, fyri at gera umstøðurnar fyri grindadrápi betri í Halba.
Hann reisti málið í kjalarvørrinum á seinasta grindadrápinum í Hvalba, har grindin ikki fekst at gera landgongd.
Men tað eru eisini aðrir trupulleikar við grindadrápi í Hvalba, og tað er, at tá ið grind veðrur hildin til, ella skorin upp um kvøldið og um náttina, er tað bøla myrkt, tí ongi ljós eru og tað kann skjótt skaði standast av at slíkum arbeiði í myrki.
Levio Niclasen skeyt upp, at kommunan setir ljós upp á sandin, sum skal lýsa, tá ið grind verður hildin til, ella skorin upp í myrkri.
Hann segði, at finnast matti fram til, um tað var nóg mikið við einum lyktapela, ella um fleiri skulu til.
Kommunustýrislimir tóku sum heild undir við uppskotinum um at gera umstøðurnar fyri grindadrápið og -upptøku betri.
Men teir mettu, at trupulleikin við, at grindirnar ikki longur fáast so væl at gera landgongd verður kanska verri at loysa.
Ein grynna gongur eftir fjørðinum og fyrr varð sagt, at grindin skuldi rekast sunnanfyri grynnuna, so fekst hon at gera landgongd.
Summir bygdaráðslimir meintu, at seinasta grindin varð rikin ov norðaliga, tí fekst hon ikki at gera landgongd.
Men aðrir vístu á, at síðani havnabyggingingarnar í Hvalba, var fjørðurin broyttur rættiliga nógv, so at hann nú varð blivin nógv grynri enn hann var og teir ivaðust í, um nøkur grynna yvirhøvur var longur, um ikki tað var blivið javnt grunt allan vegin. Tað varð eisini nevnt, at helst varð neyðugt, at grabba sand av botninum fyri at gera tað djúpari, men bygdaráðsmenn vóru eisini greiðir yvir, at tað bleiv dýrt og ivasamt er, um ikki sandur legst í aftur beinanvegin
Eitt uppskot var at seta ein lyktapela við ljósum upp soleiðis, at hann kundi brúkast til ýti, so at bátarnir, sum vóru í grind, altíð vistu, at grindin skuldi rekast sunnanfyri lyktina- um so er at grynnan er enn og at tað er djúpari sunnanfyri hana.
Bygdaráðið samtykti síðani at taka málið upp í samráð við sýslumann og grindaformenn at vita, hvat kundi gerast fyri at bøta um umstøðurnar.