Fuglafjørður: Talan er næstan um ein luksustrupulleika í býnum:
Í fyrsta lagi hevur býráðið sett omanfyri 7 mió krónur í grunn til bygging av einum slíkum sambýli.
Og í øðrum lagi hevur býurin ikki færri enn trý øki, har eitt slíkt sambýli við tilhoyrandi virksemi kundi ligið.
- Vit bíða í roynd og veru bert eftir at sleppa í gongd, tá myndugleikarnir geva okkum loyvi til tað, sigur borgarstjórin við Sosialin.
Fyri fáum árum síðani varð mett, at tørvurin innan eldrarøktina í Eysturoynni var nøktaður. Men fyri Sigurð Simonsen er eingin ivi um, at nógv er broytt hesa seinastu tíðina.
- Hetta bæði síggja vit og hoyra vit um hvønn einasta dag, slær hann fast.
Savnast á einum staði
Á seinasta býráðsfundi varð eitt uppskot samtykt, um at seta ein bólk at kanna hesi viðurskiftini.
Aðalmál teirra var at koma við nógvum hugskotum um, hvussu byggjast skal: Skal talan verða um eldasambýli, eldraheim, røktarheim, eldraíbúðir ella okkurt heilt fimta.
- Tað eru so mangir ymiskir mátar at byggja uppá í dag. Og tí skal hesin arbeiðsbólkurin koma við hugskotum um, hvussu hetta kann verða gjørt á bestan hátt, sigur Sigurð Simonsen.
Frammanundan hevur ein hugt eftir, hvussu slíkar byggingar verða gjørdar í eitt nú Íslandi og Danmark. Nú skal hesin hugskotsbólkurin koma við sínum tilmæli um, hvussu ein t.d. kann hava bæði lættari og tyngri røkt í nánd av hvørjum øðrum.
Ein spurningur hjá hugskotsbólkinum er, á hvørjum staði ein best kann loysa hetta málið, soleiðis at ein fær so mikið av virkseminum savnað á einum og sama staði sum yvirhøvur tilber.
Í sjálvum býnum eru tvey øki, ið eru vælegnað til endamálið. Men vansin í hesum førum er, at talan er um brattlendi, har tað ikki er eins lætt at røkka hesum endamálinum.
Hinvegin eigur kommunan eitt munandi slættari øki á Kambsdali, har góðir møguleikar eru at samantvinna alt hetta virksemið á eitt og sama øki.
- Hetta skal nú kannast út í æsir. Og so títt og knapt sum myndugleikarnir geva okkum loyvi, kunnu vit fara í gongd, sigur borgarstjórin í Fuglafirði.
Arbeiða árið at enda
Á seinasta býráðfundi í Fuglafirði varð samtykt at seta henda arbeiðsbólkin ella hugskotsbólkin til at arbeiða við eldrabygging.
Í bólkinum sita:
Elisabeth D. Eldevig, limur í sosialu nevndini
Eyðun á Lakjuni, formaður í sosialu nevndini
Dánjal Vang, limur í sosialu nevndini
Leif Petersen, byggifrøðingur á teknisku deild
Sunniva á Lakjuni, leiðari á Giljagarði
Marianna Hansen, leiðari á Vesturstovu
Irena Olsen, leiðari á sosialu deildini.
Nevndin fer at hava sín fyrsta fund ein av komandi døgunum. Av tí at hetta valskeiðið er nærum at enda komið, verður henda nevndin bert sitandi hetta árið út. Men arbeiðið fer kortini at halda fram, tá ein nýggj býráðssamgonga er skipað í Fuglafirði.