Hvat hevur tú at siga um árið 2013?
- Fyri meg er tað altíð kensluborið at siga farvæl við eitt ár. Tað er nakað sorgblítt og kensluborið yvir tí, samstundis sum hugleitt verður um teir møguleikar, sum liggja fyri framman, sum tú enn ikki kennir avleiðingarnar av. Eg líti altíð aftur á og meti um hvat, ið hevur verið gott, og hvat hevur verið minnið gott. Men, eg leggi mær samstundis altíð orðini hjá Søren Kiekegarrd í geyma: ”Livet forstaas baglæns, men leves forlæns”, tí tað er netup royndirnar, tú hevur gjørt tær av einum ári, sum farið er, ið skulu leggja fundamentið fyri komandi árið. Politiskt hevur árið fyri meg verið rættiliga avbjóðandi. Tá tú umsitur almannamál, kemur tú rættiliga tætt inn at nógvum lagnum í Føroyum, og tað hevur verið avbjóðandi persónliga, tí avmaktin kennist, tá valdið ikki altíð røkkur út til teirra, íð veruliga hava hjálpina fyri neyðini. Hetta verður sjálvsagt eisini ein avbjóðing komandi ár. Hinvegin havi eg eisini rættiliga nógv at fegnast um. Eitt nú verða fleiri bústaðir bygdir til fólk við menningartarni í Norðoyggjum og Eysturoy. Depil til fjølbrekað børn í Runavík er skjótt liðugur, 16 bústaðir til sjálarsjúk í Havn standa lidnar komandi ár, barnaumboð verður sett á stovn í 2014, barnahúsið, sum læt upp 19. desember í ár, Barnabati og Tú og eg ráðgevingin heldur fram, og peningur er fingin til vega til eitt Fountain House í Føroyum, sigur Annika Olsen.
Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?
- Fyrr varð nýggjárið altíð hildið í Vági, og í ár hevði eg viljað verið í heimbygdini, nú 50 ára hátíðarhald verður og serliga nógv verður gjørt burtúrúr. Men, nýttárið verður sum oftast hildið í Havn í dag saman við sera góðum grannum, og soleiðis verður eisini í ár. Síðan vit fluttu heim og keyptu hús í Havn, hava vit altíð hildið nýttár saman við okkara góðu grannum, og soleiðis verður eisini ár. Byrjað verður við taluni hjá drotningini og røðu løgmans, og síðan verður okkurt gott etið. Klokkan 21 skipar Eigarfelagið undir brúnni fyri báli á spæliplássinum, og tað fara vit altíð til. Tað er sera hugnaligt, og tað verður altíð gjørt nógv burturúr. Fyri meg hava traditiónir nógv at siga. Tað er týdningarmikið at halda fast í hesar traditiónir, eisini um høgtíðina. Tá tað kemur til fýrverk er tað maðurin, sum stílar fyri. Mær dámar best at hyggja at og njóta vakurt fýrverk og annars ansa eftir, at børnini ikki fáa skaða av rakettum :)
Gevur tú nýttárslyfti?
- Eg havi sett mær eitt persónligt mál í 2014 - at gjøgnumføra hálvt iron man í juni mánaði, so tað verður ein heilt personlig avbjóðing. Annars havi eg eitt lyfti um lata verða við taka arbeiðið heim við til hús og at vera meira um mína familju og tey, eg eri góð við.
Hevur tú nøkur nýggjársynski?
- Politiskt vóni eg, at vit megna trygt og gott at fáa eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita komandi ár og annars at gera mítt arbeiði til lítar. Mítt persónliga nýttársynski er, at vit eru eitt sindur betri við hvønn annan í gerandisdegnum, tí eingin fer væl av, at ein annar fer illa. Vit eiga at hava sum motto, at vit skulu vera móti øðrum, sum vit ynskja, at tey skulu verða móti okkum. Somuleiðis ynski eg, at vit í nógv størri mun megna at standa saman sum tjóð til frama fyri føroyskum áhugamálum. Tikið verður til ”At standa saman varð ei okkum givið”, men skulu vit mennast sum tjóð, er tað alneyðugt, at vit standa saman í øllum lutum. Privat ynski eg, at heilsan má vera við mínari familju, og at børnini trivast og mennast væl. Eg vóni, at 2014 verður eitt gott ár. Útlitini tykjast at vera góð, arbeiðsloysi er í minking, ein lítil fólkavøkstur er at hóma, men vit kunnu ikki liggja sjóvarfallið av okkum, tí tað liggja rættiliga nógvar avbjóðingar fyri framman, sum bæði krevja politiskt dirvi, áræði og hegni. At enda vil eg ynskja øllum eitt av Harranum vælsignað nýttár við vón um eina bjarta framtíð, sigur Annika Olsen.