Seinnapartin var ein dystur leiktur í Meistaradeildini hjá kvinnum í Sarpugerði í Norðragøtu,
Víkingur vann stórsigur 6-0 á B36. Heimaliðið skoraði trý mál í hvørjum hálvleiki. Fyrsta málið var eitt sjálvmál.
Bæði liðini hava trý stig. Hetta var fyrsti dysturin hjá Víkingi, og annar dysturin hjá B36.
Annan páskadag vera tríggir dystir leiktir í deildini:
Klokkan 12: Skála ÍF-07 Vestur, klokkan 12.15: B36-NSÍ og klokkan 15: HB-Víkingur.
Víkingur-B36 6-0 (3-0)
1-0 sjálvmál (3.)
2-0 Jensa Tórálvsdóttir (19.)
3-0 Arnborg Lervig (40.)
4-0 Rakul Sørensen (64.)
5-0 Sára Vang Justinussen (65.)
6-0 Jonnhild á Sondum (67.)
Kelda: dystir.fo











