Tíðindaskriv, Elding:
Hagtøl vísa, at 82 altanir vóru bygdar í 2025 kring landið. Boðskapurin er einfaldur; Føroyingar vilja upp í hæddina.
Í tí sambandi hevur Elding sæð ein spennandi møguleika á føroyska marknaðinum.
At veita dygdargóðar altanir fyri SPOTTPRÍS.
Virkisstjórin í Elding sigur soleiðis í samrøðuni við in.fo:
”Vit halda ikki, at ein altan skal vera ein luksusvøra. Allir føroyingar eiga at kunna seta seg út á sína altan við einum kaffikoppi – eisini í oysandi áðarføri”
##med2##
Sambært Elding kunnu Asano Altanir tillaga seg eftir føroyska veðurlagnum. Tær eru útgjørdar við innbygdum regnskjólið og 40mm bjálving, so tú til eina og hvørja tíð kanst njóta útsýnið í øllum veðrið.
Við góðari ráðgeving frá byggifyritøkuni Sp/f Asano og í samstarvi við japansku myndugleikarnar, hava vit saman megnað, at lækka prísirnar á altanum.
Petur Asano sigur soleiðis:
”Tað er eingin loyna, at mín hugburður viðv. altanum hevur verið beinrakin, men nú er vend komið í. Eftir gott samstarv við Elding hava vit kannað møguleikarnar, ið passa væl til føroyska veðurlagið og eru vit komin fram til ein skilagóðan prís.
Í dag kann eg standa inn fyri bygging av altanum….Men mín meining um útsýnið, er og verður verandi óbroytt”, sigur Petur Asano.
Avtalan millum Elding og byggifyritøkuna Sp/f Asano var undirskrivað í farnu viku og sambært virkisstjóranum í Elding, Herman Winther, er talan um eina loysn, sum kann venda marknaðinum á høvdið.
Altanirnar verða longu tøkar eftir páskir.
Elding Altano saman við Sp/f Asano ynskja øllum einar gleðiligar páskir
##med3##













