Talsfólkið hjá iranska forsetanum sigur, at forsetin, Masoud Pezeshkian, um fáar tímar fer at lata amerikanska fólkinum eitt "týdningarmikið bræv".
Tíðindini eru borin sama dag, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at Iran hevur biðið um vápnahvíld.
Iran hevur sagt, at landið hevur ikki biðið USA um vápnahvíld og hevur sagt, at talan er um skeivar upplýsingar, sum einki hald hava í veruleikanum.
Á hinari síðuni hevur amerikanski forsetin fleiri ferðir sagt, at USA er í samrøðum við Iran um at enda kríggið landanna millum.
Enn veit eingin, hvat stendur í brævinum, sum iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, fer at lata amerikanska fólkinum - um fáar tímar.











