Betty Ford, sum var gift við fyrrverandi amerikanska forsetanum Gerald Ford, er deyð, 93 ára gomul. Maður hennara doyði í 2006. Betty Ford var ikki bara kend sum fyrrverandi forsetafrúa, men eisini fyri arbeiði sítt ímóti rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu. Í 1982 stovnaði hon ta kendu avvenjingarstøðina í Rancho Mirage í Kalifornia. Hon var eisini virkin í arbeiðinum ímóti bróstkrabba.
Tað var Nancy Reagan, einkjan eftir fyrrverandi forsetan Ronald Reagan, sum almannakunngjørdi, at Betty Ford var deyð.
-Eg gjørdist sera hugtung, tá eg frætti, at Betty Ford er deyð, skrivaði Nancy Reagan í einum tíðindaskrivi.