Bretska løgreglan sigur, at tað var ein sjálvmorðsbumba, sum beindi fyri Benazir Bhutto Bretskir løgreglumann, sum hava verið í Pakistan, eru sannførdir um, at Benazir Bhutto doyði av einari bumbu og ikki av skotum.
Tað skrivar New York Times. Scotland Yard hevur boðað frá, at ein frágreiðing kemur, men hon er so ikki komin enn. New York Times sigur seg hava tíðindini frá einum embætismanni í London.
Pakistonsku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at Benazir Bhutto doyði av trýstinum frá einari sjálvmorðsbumbu í Rawalpindi tann 27. desembur.