Og bíðað verður…
Bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina er langur, og tí má okkurt gerast.
Í dag luttaki eg á valfundi hjá Autismufelagnum og ADHD-felagnum.
Yvirskriftin er: “Minst til okkum, tá ið tú setur krossin!”
Vit fara at tosa um heilsuverkið, bíðilistar, inklusjón, trivnað og nógv annað.
Tiltakið er kl. 19:00 í Perluni, og verður tað stroymt á Facebooktiltakinum við sama heiti.
Lesið meira um áhugafeløgini her:
autisma.fo
Helena, x við C












