Hvørja ferð foreldur í Øravíkarlíð á syðra armi á Trongisvágsfjørði, senda børnini í skúla ganga tey við hjartanum í hálsinum.
Tí tey føla at tey senda børnini beint út í eina deyðsfellu.
Tí á einum longum strekki á hesum nógv brúkta landsvegi eru hvørki gøtuljós, ella gongubreyt.
Ein stórur partur av Øravíkarlíð er nýliga bygt, so har eru fyri tað mesta ung húski við børnum. Og tey skilja ikki, at landið hevur ?blakað³ ein annars vælskipaðan landsveg soleiðis úr hondum.
Tað er nevniliga so, at allur tann umleið 3 km. langi vegurin, er væl upplýstur við gøtuljósum allan vegin, og gongubreyt gongur allan vegin framvið honum, uttan á einum strekki uppá einar 500-600 metrar av Drelnesi inn í Trongisvág.
Hetta er samstundis tann parturin av vegnum, har felst fólk ganga, sigur Fróði Mortensen, ein talsmaður fyri foreldrini.
Hetta er vegurin, sum øll børnini skulu eftir á veg í og úr Skúla, ella í ítróttarhøllina í Trongisvági.
Og hetta er vegurin, sum fólk ganga eftir á veg til og frá Smyrli.
M.a. eru tað vanligt, eisini tað myrku tíðina, at síggja bólkar av børnum og ungum til gongu av Smyrli, inn í ítróttarhøllina, væl ílatin, við stórari tasku á bakinum, við stórum lastbilum fúkandi framvið, og persónbilum, sum oftast hava skund at sleppa til hús.
Yvirhøvur er hesum landsvegurin uttan iva tað vegastrekki í Suðuroynni, sum mest ferðsla er á. Tí øll ferðsla suður og norður eftir oyggj gongur tann vegin. Høvuðssamferðsluhavnin í Suðuroynni er har. Báði Statoil og Shell hava høvuðsstøð har. Og báði Føroya Bjór og Rúsan halda til í Øravíkarlíð.
Alt hetta ger, at tað koyra heilt nógvir bilar eftir hesum vegnum hvønn einasta dag, báði persónbilar, men eisini stórir, tungir lastbilar, trailarar, oljubilar og bussar.
Og vegurin er góður, so bilarnir koyra skjótt.
Og tað, sum tey, ið búgva í Øravíkarlíð, ikki fata, er, hvussu tað ber til, at tað almenna kann loyva sær at blaka ein so nógv brúktan veg ígjøgnum bygt øki, úr hondunum á sær, við einum so grundleggjandi, breki sum við ongum gøtuljósi og ongari gongubreyt á einum strekki uppá 500-600 metrar.
Av tí, at gongubreyt og gøtuljós eru framvið øllum vegnum annars, halda tey ikki at tað kostar all verðina at gera tað framvið teimum 500 - 600 metrunum, sum mangla.
Fingu onki svar
Froði Mortensen sigur, at tey, sum búgva framvið vegnum, hava roynt at gjørt vart við viðurskiftini.
M.a. skrivaðu tey Landsverkfrøðinginum, Kommununi og Ráðnum fyri Ferðslutrygd, bræv fyri trimum árum síðani, har ið tey gjørdu vart við viðurskiftini, og heitti á myndugleikarnar um at taka málið upp.
Men enn hava vit ikki so frægt sum fingið svar. heldur ikki uppá, at tey yvirhøvur hava fingið brævið.
Serliga hugstoytt haldi eg at tað er, at vit ikki hava fingið svar frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum á hvørjum mjólkarpakka heitir á fólk um at gera vart við, nettum slík viðurskifti.
Fróði Mortensen sigur, at tey halda, at umstøðurnar eru so vánaligar, at tað ber heilt einfalt ikki til at vænta, at fólk í longdini sleppa snikkaleys at ganga eftir vegnum á hesum strekkinum, tí ferðslan er so nógv og gongur so skjótt.
Tað er eisini hvørt einasta ár, at ein hópur av seyði verður yvirkoyrdur á hesum vegastrekkinum.
Ta einu ferðina kom eitt heilt fylgi undir ein stóran lastbil. Hetta kemst óivað av, at bilførarar brádliga koma frá einum vælupplýstum strekki, í eitt myrkt strekki, og so klára eyguni ikki at laga seg til myrkrið.
Men hvat nú, um tað var ein bólkur av børnum, sum gekk á vegnum, og ikki eitt seyðafylgi?
Hann sigur, at munnliga hevur hann spurt, hvussu tað ber til, at hetta vegastrekkið er tveitt so úr hondum. Eg havi bara fingið at vita, at ætlanin var, at fólk skuldu ganga eftir tí gamla vegnum. Men tað haldi eg er hol í høvdið, tí hvør gongur ein umveg, ið er væl longri, táið tað ber til at ganga hinvegin.
Tí heita tey, sum búgva í Øravíkarlíð einaferð enn á myndugleikarnar um at fáa hetta í rættlag.
Og latið ikki tað ikki blíva so, at báði vit, og tit einaferð aftur verða offur fyri teirri vanligu, føroysku sjúkuni, at tann fyrsta vanlukkan skal vera hend, áðrenn tit fáa hetta í rættlag.