Biedermeier er eitt hugtak, sum stingur seg upp í fyrra helmingi av átjanhundrað . Um hetta mundið veksur miðalstættin við handverksmeistarum, embætismonnum o.s.fr., sum eisini vildu vera við í mentanarlívinum, sum bert var beskorið teimum múgvandi. Hetta hugtak fevndi um arkitektur, skaldskap, myndlist, møblasmíð og tónleik. Biedermeier var eitt skaldanavn, sum fyrstu ferð varð brúkt í eini yrking frá 1855 og varð vanligt havt á munni uml. 1900. Tónleikur úr størri verkum var umskrivaður fyri smærri bólkar, so henda nýggja miðalstættin eisini kundi røkka tí tónleiki, sum tað betra slagið hevði sum mið og mál á tí mentanarliga økinum í síni frítíð. Hetta varð ofta spælt heima við hús og t. d. sum salontónleikur. Úr hesum streymi spratt hugtakið Biedermeier, sum Katja Voloveskaja, floytu, Nikolas Kapnas, bratsch og Bo Isholm, gittar tóku til sín sum teirra “dópsnavn”, sum sá sín dag fyrstu ferð í 2007.
Í Oyndarfjarðar kirkju
Fríggjakvøldið 2. nov 2007 hevði hendan trio, Biedermeier Trio, eina sjáldsama konsert í Oyndarfjarðar kirkju. Hetta var ein sláttur av dygdargóðum tónleiki og spælt av dugnaligurm tónleikarum, ið numu við alt tað suð og sjóð, sum var kring kirkjuna hetta kvøldið. Eitt symfoniskt sonatuljóð av áarsuði í Stórá, skvatli í Krabbahyli (í fjøruni niðanvert kirkjuna) og aldudragi um gjarvaksnu Kattarhellu (klettur í Støðni). Her var tín barnaheimur, sum rann fram fyri teg hesa løtu á tí myrka heystkvøldinum framman fyri altarið av tí sjaldsomu altartalvuni av Carl Wilhelm Eckersberg – Jesus í Gethsemane. Aftantil í myndini liggja lærusveinarnir og snorksova. Teir kundu havt ressast við eitt lítið sindur, nú henda valatrio setti seg undir kvistarnar millum sperrur og bjálkar beint framman fyri kórsgáttina. Sjálvandi var Jesus tyngdur av síni trongd, nú deyðsóttin fór um hann. Eingin av lærusveinunum megnaði at vaka hesa døpru, sorgtungu nátt saman við honum, men tað gjørdi Biedermeier Trioin við sínum livandi tónum, sum settu seg á pannu og enni Jesusar. Jesus tók um tónarnar og goymdu teir í sínum hjarta, til hann á krosstræi fór upp og fullgjørdi verkið - fallkomna heiminum til bata við ljóminum frá hesi trio.
Bo Isholm stóð so tignarligur og greiddi frá Biedermeier hugtakinum á kórsgáttini, og aftantil kom málningurin av Eckersberg til sjóndar millum hann og kórstólparnar. Jesus Kristus í Gethsemane kíndi hesum gittarspælara, og Jesusar sálartyngdu eygu festu seg við hesa trio, sum vildi vísa vegin til jólaføstuna, sum lá ein mánað fyri framman. Jesus bað Biedermeier Trioina vaka við sær, og tað lovaði Bo Isholm. Ja, har sótu vit – Kristina mostir og eg – hon 85 ára gomul og eg 63 ára gamal, og lurtaðu. Ofta havi eg sitið undir hennara lið og notið tann reina angan av nývaskaðum viði í hesi kirkju frá barnsbeini av. Ja, einki angar so væl sum ein nývaskað føroysk trækirkja. Andin er í hesum “viðaspjørrum” – ein Guds ond av fólkinum, sum hevur gingið út og inn undir hesum hválvi. Huglagið var gott og stimbrandi fyri sál og likam. Tú sást hesi fólk fyri tær. Teir vælvaksnu oyndfirðingarnar sita við andakt og boyggja høvur. Teir vóru í halgidóminum, og halgidómurin var næsta fet í Guds garð, serliga tá ið altarborðið varð borðreitt og Jesus í Gethsemane rætti tær sínar hendur við tónleiki av Bach – triosonata fyri orgul, men sum var útsett fyri bratsch, floytu og gittar hetta kvøldið.
Johs. S. Bach
Sonata kemur av tí latínska orðinum sonare – at ljóma. Tann mildi Bach – tann 5. evangelisturin, tók sjóðið av gjarvaksnu Kattarhelluni og legði tað í altarringin, so Jesus Kristus í Gethsemane skuldi njóta hesa dýrd, hvørja ferð triosonatan ljómaði í fløðandi sjógvi frá Biedermeier Trioni. So eiðasørt, at lærusveinarnir kvaklaðust við. Teirra dølskna sinni tók yvir, ella møðin ruraði teir í blund, og teir steinsvóvu sum kópurin.
Bach var tann seinasti av teimumn stóru komponistunum, sum helt fast við, at grundarlagið undir tónleikinum skuldi vera eitt og tað sama, sorg ella gleði, dagur ella nátt og ikki tann “ dualistiska” gongdin - svart móti hvítum, tað góða móti tí ónda, dagur og nátt, sorg og gleði. Nei spunin í gongdini var frameftir, frameftir – og vænta vit, at huglagið knappliga skal venda til meira seindrigið lag, ella at gongdin verður heldur kenslusom, fara vit skeiv. Sjálvandi er mót- og viðrák í hansara tónleiki, sum stingur seg upp í viðkvomum dur- og molskiftum og skiftandi spæli millum ljóðførini. Men tað ógvusliga tónamálið millum skiftandi temu er ikki at finna í tónleikinum hjá Bach.
Hendan trio dugdi at mana fram hesa bylgjandi gongd í hesi sonatu av Bach millum sperrur, altar, áhoyrarar og Jesus í Gethsemane. Hóast hetta var 2007, kundi hetta eisini verið 1961, eins og tað kundi verið í gjár ella ein annan dag.
Kirkjan fyltist við fólki. Omma fylgdist við dóttrini, Miu mostir, sum doyði sunnunáttina 21. nov. í ár kl 3:30 95 ára gomul. Tær settu seg í sama stól, har eg og Kristina mostir sótu hetta fríggjakvøldið 2. nov. 2007. Mia skein sum ein brúður, og omma kom so eym, kærleiksfull og fjalin inn eftir gólvinum - var nú so glað fyri, at dóttirin var komin í Himmiríkið og kundi vera hennara stuðul saman við Sáru og Mariu moy. Omma, Lena í Ansastovu, var áttati trý ára gomul, tá ið hon andaðist í 1963 , so hon var nú vorðin 130 ára gomul. Tær settu seg saman við okkum, nutu tónleikin frá Biedermeier Trioini, og serliga væl dámdu teimum at hoyra Bach.
Altargongdin í juni 1961
Einum sinni Omma og Mia vóru til altars, slóknaði eitt kertuljós á altarinum. Mia lá millum ommu og Sámalsar - Trinu( Katrina Sofía), ið var ættað úr Rituvík og gift við Sámal á Breytini, Samuel Peter Joensen. Ljósið var ikki bert ljós, men eisini ein boðberi um æviga lívið, ein kertustubbi, sum við lítla kroppi sínum toygdi seg upp ímóti Jesusi í Gethsemane, sum næstan var livandigjørdur av hesum fingramerkta kertustubba og Biedermeier Trioini. Kríllurin á kertuni fekk hesi sermerktu andlitini at livna upp av tí bleiktrandi kertustubbanum. Jesus í Gethsemane fær ein sjáldsaman dám av einum kói úr einum ævinnar sprota, sum vit bert kunnu fáa úr Kristusar likami og blóði.... men slóknar ljósið undir altargongdini, so verður ikki gott.
Omma og Sámalsar - Trina høvdu gjøgnum eitt heilt lív ligið undir hesum ljósi og útrættu hondum Jesusar í Gethsemane. Tað var eins og Jesus hetta fríggjakvøldið 2. nov 2007 longdist aftur til karlagna fjósið í Betlehem, hóast tað var vesasligt og lítið, so var tað frægari at liggja í eini krubbu enn at hanga her á bróstinum í Oyndarfjarðar kirkju og síggja eina kertu brádliga slókna. Jesus í Gethsemane visti um hetta at siga. Hendir slíkt undir altargongdini, so skal ein av teimum, sum liggur á knæfallinum skjótt doyggja. Sjálvur visti hann, at hansara tími nærkaðist. Hann sá á andlitsbrøgdunum á Miu, at hon blundaði inniliga og kendi sjálv týdningin av hesum, at nú pikkaði deyðseingilin uppá. Omma, Lena í Ansastovu, og Sámalsar – Trina, hvíldu í síni trúgv, vóru gamlar og brátt var fjørðurin hjá teimum rógvin, men hóast tað, so vildu tær vaka saman við Jesusi Kristi og ikki sova á sporinum, meðan Jesus stríddist í Gethsemane og Biedermeiertrioin spældi.
Tær høvdu eisini bitið merki í, at kertan slóknaði, og lótu við vørrunum lívsbøn, sum tær dugdu frá barni av:
O du Guds Lam!?med korsets skam,?du bar al verdens synder,?dermed al fred begynder;?af kærlighed?giv os din fred!
Tær reistust upp frá knæfallinum og fóru aftur á sína føstu brík og høvdu smakkin av bæði breyði og víni í gómanum saman við tónunum frá Bach. Hetta var eitt gott bland at hava við sær inn í komandi jólaføstu.
Mia, sum lá ímillum ommu og Sámalsa-Trinu, hevði fingið hesa forsjón gjøgnum ljósið, sum kódnaði undir altargongdini, at feigdini kundi eingin forða. Øll, sum vóru tikin til altars hendan dag, vistu, at Jesus Kristus í Gethsemane fór at taka onkran til sín, ungan sum eldri. Deyðin hugdi ikki at tonnunum. Hetta var í 1961 og stutt eftir hesa altargongd andaðist Sámalsa –Trina 4. juli 1961 og fór til gravar 7. Juli, sjeyti fýra ára gomul. Sostatt hevur hendan altargongd verið stutt undan deyða Katrinu.
Endi
Biedermeier Trio manaði fram hesa skaldakendu løtu í hesum Harrans húsi, har smátt bleiv stórt, og lív kom í andlit og kvistar av kertunum, sum brunnu á altarinum. At ein kódnaði av onkrum, sum okkum var ókent,vóru eisini eini boð um at fyrireika seg til tað, sum koma skuldi. Tað gjørdi Jesus úr Nasaret í Gethsemane, og tað gjørdi Sámalsa – Katrina, Lena og Mia, Anna Maria, í Ansastovu.
Havi havt hesa konsert í huganum hesi ár, og slepst ikki undan strokinum frá Nikolas Kapnas, floytuspælinum hjá Katju Volovelskaja og gittarspælinum hjá Bo Isholm. Hesir tónleikarar undirvísa allir í Føroya musikkskúla. Lív er komið aftur í kertuna á altarinum aftan á tað kveikjandi spælið av Biedermeier trioini og nú, ið punktum er sett, stendur henda konsertin ljóslivandi fyri mær og livir í vitskuni sum eitt vakurt, bleiktrandi kertuljós í mínum sinni restina av lívinum.