Hallið á kenda klokkutorninum sæst nú við berum eygum, skrivar Aftenposten.
Nú er tað ikki bert Pisa, sum kann rósa sær av einum skeivum torni. Kenda klokkutornið við Big Ben urinum hellir nú so nógv, at tað sæst við berum eygum.
Orsøkin til hallið er tað æviga graviarbeiði í undirgrundini, og verkfrøðingar siga, at tað bara gerst verri, skrivar The Sun.
Ferðafólk síggja nú hallið við berum eygum, og miðan skal vera 45 sentimetrar frá upprunaligu miðuni. Hallið á Big Ben er 0,26 stig.
Hetta er kortini lítið at rokna í mun til Skeiva tornið í Pisa. Tað hellir heili fýra stig, og tað fer at taka klokkutorninum heili 4000 ár at verða líka skeivt.