Eyðfinn Magnussen
Biologur,
Fróðskaparsetur Føroya
e-mail: eydfinnm@setur.fo
??????????????????????
Menn ganga kvikliga á dekkinum. Summir rópa, meðan aðrir veittra við ørmunum. Ketur verða skeklaðar fastar og onkur endi verður loystur úr. Veirurin rennur aftur úr skipinum. Teir eru við at skjóta trolið. Løtu seinri hvørva trolkúlurnar frá vatnskorpuni. Trolið er komið niður á botnin, og fer nú gapandi fram eftir botninum. Lemmarnir spíla tað sundur, samstundis sum teir fara skúrandi eftir botninum; grópandi sand, móru og smásteinar eftir sær. Frammanfyri trolið sæst væl av fiski. Teir ræðast trolið, og svimja tí undan, men við tíðini lúgvast teir og fara sendandi aftur í móti trolinum. Fyrst teir smærru, síðani teir størru. Hýsurnar royna at flýggja uppeftir, meðan toskurin sær størri møguleika við at far niður móti botninum. Men sama ger. Her er einki at gera. Við sínum gapandi meskum, tekur trolnetið ímóti teimum, og beinir teir aftur í trolposan. Teir allar smæstu fiskarnir eru tó so hepnir, at teir kunnu snúgva sær út gjøgnum trolmeskarnar, og undrandi svimja teir nú aftur í Guds fríu náttúru. Hesaferð kláraðu teir tað. Øðrvísi er tó við teimum størru fiskunum. Teir enda allir afturi í trolposanum. Har verða teir stúgvaðir saman við hinum botnfiskunum, sum vóru so óhepnir, at svimja júst har, sum trolið kom. Eftir tveimum tímum, verður trolið drigið upp, og menninir á dekkinum taka spentir í móti við nýhvestum knívum. Havið er vorðið 500 fiskar fátækari.
Við trolara eystanfyri Fugloynna
Vit eru við trolara eystanfyri Fugloynna. Undir okkum svimur nógvur fiskur. Vit síggja tað á ekkoloddinum, men vita ikki við vissu, hvørji fiskasløg, talan er um. Heldur ikki hvussu nógv er til av teimum. Eina hóming fáa vit tó, tá trolið kemur inn. Størst er rúgvan av teimum vanligastu fiskasløgunum: toski, hýsu og upsa. Onkur havtaska og kalvi sløðast eisini í millum. Tvær reyðsprøkur og ein tunga eru eisini at síggja í rúgvuni. Og so er tað alt hitt, sum fer útaftur, men sum menn ikki reiðiliga geva sær far um. Har er trantkongafiskur, glýsufiskur, silvurmurtur, gulllaksur, havmús og ein einstakur glíggjhávur er eisini at síggja í rúgvuni. Jú sanniliga, nógv eru fiskasløgini.
Bert ein lítil partur av heimsins fiskasløgum verða gagnnýtt
Vit kenna í dag umleið 26.000 ymisk fiskasløg, men bert ein lítil brøkpartur av teimum verða fiskaði, og hava sostatt nakran fíggjarligan týdning fyri samlaðu veiðuna av fiski. Tjúgu av hesum 26.000 fiskasløgunum standa fyri heilum 40 % av samlaðu heimsveiðuni. Ansjósurnar við Peru eru tær týdningarmestu. Heili 7,7 milliónir tons verða árliga veiddi av hesum fiskaslagnum. Við Føroyar finnast okkurt um 180 ymisk fiskasløg. Hetta talið er óivað væl hægri, enn flestu fólk geva sær far um, tí flestu teirra hoyra vit lítið um í okkara gerandisdegi. Tað er ikki fyrr enn lívfrøðingarnir fara at tosa um havið, ella tá vit síggja náttúrufilmar í sjónvarpinum, at vit verða gjørd varug við alt hetta náttúruríkidømið, ið dagliga svimur rundan um okkum. Men eisini á okkara leiðum er tað bert partur av øllum hesum fiskasløgum, sum koma til lands og fer gjøgnum maskinurnar á flakavirkjunum. Árliga botnfiskaveiðan við Føroyar liggur um 100.000 tons. 80 % av hesi veiðuni kemur frá 10 fiskasløgum, har toskur, upsi og hýsa eru tey týdningarmiklastu.
Náttúran - eitt fantastiskt fjølbroytni
Hóast tað bert er ein lítil partur av heimsins fiskasløgum, sum verða fiskaði við peningaligum vinningi fyri eygað, hava tey kortini týdning fyri vistskipanina í havinum. Hvørvur okkurt teirra, viðførir hetta broytingar í vistskipanin og plássið verður yvirtikið av onkrum øðrum. Soleiðis er náttúran. Einki pláss fær loyvi at standa óbrúkt. Hetta hevur við tíðini givið eitt fantastiskt fjølbroytni. Tey ymisku djóra- og plantusløgini hava, hvørt í sínum lagi, tilpassað seg, so mest kann fáast burtur úr tí tilfeingi, tey liva í. Summi sløg eru stór, meðan onnur eru lítil. Summi vaksa skjótt, onnur vaksa seint. Nøkur gerast gomul, meðan onnur bert liva í stutta tíð. Hetta er eisini galdandi fyri fisk. Brugda kann vera upp til 10 metrar long meðan tey minstu sløgini bert eru nakra centimetrar til longdar.
Búrfiskur gerst 100 ára gamal og kongafiskur kann gerast 30-40 ár, fær hann loyvi til tað, men hetta er eftir hondini sjáldsamt, av tí at so nógv verður fiskað av honum. Í hinum endanum er mathøgguslokkurin, hann verður bara 1 1/2 til 2 ára gamal. Tá hann hevur gýtt, doyr hann. Eyðkenni fyri tey smáu fiskasløgini er, at tey vanliga vaksa skjótt og verða tíðliga fullvaksin og byrja at gýta. Tey stóru sløgini vaksa harafturímóti ofta spakuligt og eru fleiri ára gomul, áðrenn tey gýta fyrstu ferð. Júst hetta, at livimátin er so ymiskur, hevur týdning fyri hvussu følsom tey eru yvirfyri fiskiskapi.
Livimátin er avgerandi
Fiskasløgini, sum hava ein seina seinan livimátan eru viðkvæmast, tá nógv verður fiskað í einum øki. Hetta eru fiskasløg sum vaksa seint og eru gomul áðrenn tey gýta fyrstu ferð. Hetta er staðfest í kanningum, sum enskir lívfrøðingar hava gjørt av fiskinum í Norðsjónum. Teir kannaðu hvussu gongdin hevði verið í stovninum hjá 23 ymiskum fiskasløgum í Norðsjónum árini 1925 til 1996. Um tað í miðal var vorðið meira ella minni til av teimum ymisku fiskasløgini í áðurnevnda tíðarskeiði. Við at samanbera 2 og 2 fiskasløg sum líktust í útsjónd og høvdu líknandi lívshátt, funnu lívfrøðingarnir, at tey fiskasløgini, sum minni var vorði til av, næstan altíð vóru størri enn tey sløgini, sum vóru vaksin í nøgd. Somuleiðis vísti kanningin, at fiskasløgini, sum vóru fyri minking, eisini vuksu spakuligari, og vóru bæði longri og eldri áðrenn tey gýttu fyrstu ferð. Soleiðis var minni til av reyðsprøku, meðan skrubban var vaksin í tali. Glýsufiskurin var minkaður, men meira var til hvítingsbróðir. Hávurin var eisini minkaður, meðan skilmaðurin, reyðhávurin var øktur í nøgd. Tílíkar broytingar vilja við tíðini ávirka alla fiskavistskipanina.
Tað er ikki longur ein fyrimunur at vera stórur. Tvørtur ímóti. Minni tú ert, størri er møguleikin fyri at yvirliva. Hetta vil við tíðini viðføra, at meira verður til av teimum smærru fiskasløgunum. Og tað var júst hetta sum teir ensku lívfrøðingarnir staðfestu. Tá hugt varð samlað at øllum fiskasløgunum í Norðsjónum, vísti tað seg, at miðallongdin á fullvaksna fiskinum var broytt frá at vera einar 55 cm í 1925 til at verða einar 40 til 45 cm í 1996. Eisini miðal vakstrarratan var hækkað hesi árini, tí at tey smærru fiskasløgini verða skjótari fullvaksin og hav sostatt ein hægri lutfalsligan vøkstur enn tey stóru fiskasløgini. Kanningin vísti eisini, at miðallongdin á tí gýtandi fiskinum var vorðin minni, samstundis sum at gýtingaraldurin hjá fiskasløgunum í Norðsjónum var lækkaður. Tíðan verri eru tílíkar kanningar ikki gjørdar fyri føroyska havøkið. Vit kunnu tí ikki við vissu siga, hvussu statt er á okkara leiðum, men gongdin hevur óivað verið hin sama, men tó helst ikki so greflig sum fyri Norðsjógvin, tí tað eru helst fá havøki í heiminum, sum verða so trároynd sum Norðsjógvurin.
Skøta - eitt viðkvæmt fiskaslag
Vanliga kann fiskiskapur ikki útrudda eitt fiskaslag, hvørki úr einum havøki, ella fáa tað at hvørva heilt. Hetta kemst av, at tá ið stovnurin minkar, gongur hetta eisini út yvir fiskiskapin. Minni verður at fáa, og er fiskastovnurin komin so langt niður, at tað ikki loysir seg at fiska, velja skipini aðrar leiðir, ella onnur fiskasløg at royna eftir. Stovnurin fær nú frið, og kann koma fyri seg aftur. Øðrvísi er við teimum fiskasløgum, sum verða fingin sum hjáveiða. Her verður veiðitrýstið ikki minkað, hóast stovnurin er í minking. Er talan um fiskasløg við lágum nøringsevnum, kann vandi verða á ferð. Skøta er eitt av hesum fiskasløgunum. Tað er eingin beinleiðis fiskiskapur eftir skøtu, men hon sløðist í millum veiðuna av øðrum botnfiskasløgum.
Skøtan hevur útsjóndina í móti sær
Fyri flestu fiskasløg eru tað bert tann stóri fiskurin, sum verða fiskaðir. Men hetta er ikki galdandi fyri skøturnar. Tær hava útsjóndina ímóti sær. Tá skøtan kemur úr egginum, er hon longu 9-25 cm til longdar, og við sínum stóru ræðum og fýrkantaða skapi, verða flestu teirra tiknar av trolinum, longu frá tí tær eru føddar. Nógvar teirra fáa tí ongantíð møguleikan sjálvar at gýta, tí tær verða ikki gýtingarførar fyrr enn tær eru 8-11 ára gamlar og eru tá 40-180 cm til longdar.
Skøtan í Norðsjónum
Fyri Norðsjógvin eru gjørdar nágreiniligar kanningar av teimum ymisku skøtusløgunum og hvussu hesi eru fyri. Støðan er syndarlig. Samlaða veiðan av skøtu er minkað munandi. Frá at verða 18.000 tons miðskeiðis í 50-unum, hevur veiðan verið í støðugari minking og var miðskeiðis í 90-unum komin niður á einans 4.000 tons. Eisini støddarsamansetingin hjá skøtunum er broytt hesi árini. Flestu skøtur-nar, sum verða fingnar í dag eru minni enn 70 cm.
Hetta er serliga følsamt fyri skøtu og naglaskøtu, tí hesar verða ikki kynsbúnar fyrr enn tær eru ávikavist 180 og 72 cm. Hjá hesum báðum sløgunum eru so at siga allur tann gýtandi fiskurin horvin. Hetta kemur fram í einari í vísindaliga grein í tíðarritinum ICES Journal of Marine Science, har skotsku fiskifrøðingarnir P.Walker og J.Hislop greiða frá støðuni. Tá skøturnar harafturat bert gýta millum 40 og 140 egg um árið, er veruligur vandi á ferð. Til samanberingar kann sigast, at toskur gýtir 2 til 10 milliónir rogn um árið og longa 5 til 20 milliónir rogn. At summi skøtusløg minka, hevur tindaskøtan notið gott av. Kappingin frá skøtu og naglaskøtu er vorðin minni, bæði um føði og pláss, og hon kann nú veruliga folda seg út. Alt hetta hevur skapt eina broyting í skøtusamfelagnum í Norðsjónum. Vanliga skøtan er so at siga horvin, meðan tindaskøtan hevur yvirtikið plássið. Eisini er ein "nýggj" skøta komin. Blettaskøta, sum fyrr ikki var at fáa í Norðsjógvin, var fyrstu ferð at finna í landingarhagtølunum í 1991.
Støðan undir Føroyum
Hvussu skøtan hevur tað undir Føroyum, er enn ikki so væl kannað. Men hon sær eisini út til at vera í minking. Í 1995 vórðu fiskaði 200 tons av skøtu undir Føroyum. Í ár 2000 var veiðan minkað til 113 tons. Á hvørjum ári ger Magnus Heinason tveir túrar við yvirlitstroling á Føroyabanka. Á hesum túrum verður gjølla kannað, hvørji fiskasløg finnast á bankanum og hvussu nógv er til av hvørjum slagi. Og her sær út til at skøtan er í minking. Hvørki á vár- ella heyst túrinum 2003 ella 20031var nøkur skøta fingin á bankanum, men í 2002 var ein einstøk skøta fingin hvønn túrin.