Bíggjar kirkja 150 ár

Hátíðargudstænasta er í Bø í dag, nú tað eru liðin 150 ár síðani, at kirkjan varð bygd.

Tað er ein serliga dagur í Bø í morgun, í samband við, at tað í ár eru 150 ár síðani, at kirkjan varð vígd. Bíggjar kirkja varð nevniliga vígd 16. oktober 1865.


Í tí sambandinum verður nógv gjørt burturúr. Hátíðargudstænasta verður við Jógvan Fríðriksson, biskupi, umframt at meira verður gjørt við tónleikin enn vanligt er. Tórshavnar manskór og Katrin Jørgensen, ið spælir trompet, fara nevniliga at luttaka í gudstænastuni, ið byrjar klokkan 11.


Á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni verður upplýst, at tað klokkan 17 eisini verður skipað fyri einari sangløtu í kirkjuni.