Bilar á flogvøllinum skulu hava vaktarmenn

Langtíðarparkeringsøkini vesturi á flogvøllinum eru so at siga liðug, og tey verða nú boðin út. Umframt langtíðar parkering, skulu bileigarar eisini hava møguleika at fáa ymiskar tænastur veittar á flogvøllinum

? Parkeringsøkini eru nú so at siga liðug. Tað einasta, sum ivamál nú er um, er um onkrar innhegningar rundan um parkeringsøkini. Annars er klárt, og tað er eisini í tí sambandi, at parkeringsøkini nú verða útbjóðað, sigur Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur.
Uppgávan hjá útvalda umsøkjarunum verður at passa bilarnar og halda vakt yvir teimum 24 tímar um døgnið, ímeðan fólk eru burturi.
? Felagið, sum fær arbeiðið, skal hava fólk á staðnum alt samdøgrið. Tað skal eisini kunna veita ymiskar tænastur, sum til dømis at fylla luft í dekkini og geva streym. Tílíkar tænastur kunnu teir so taka seg betaltar fyri. Tað verður løn beint niður í teirra egnu lummar, greiðir Landsverkfrøðingurin frá.
Søkt verður í Føroyum, men útlendsk vaktar? og tænastufeløg hava eisini møguleika at bjóða.

24 januar
Freistin at søkja um raksturin og arbeiðið av langtíðarparkeringsbásunum er sett at vera 24 januar kl. 15.
? Vit ætla sjálvsagt at tænastan skal koma í gildi so skjótt sum gjørligt. Júst nær tað verður er tó ilt at siga, tí vit fara ikki bert at velja tann bíligasta bjóðaran. Tænasturnar, ið hann kann veita og støðið á vaktarhaldinum verða eisini tikin við í metingarnar, greiðir Oyvindur Brimnes frá.
Av hesi orsøk fer tað allarhelst at taka nakrar dagar at velja ein arbeiðstakara burturúr umsøkjarunum, sigur landsverkfrøðingurin at enda.