Bilar fluttir í nátt

Í nátt varnaðust fólk, at bilar ymsastaðni í Havnini stóðu heldur ófantaliga parkeraðir.

Um nøkur havnarfólk vakna í morgun, og halda seg vita, at bilurin ikki stendur í sama stað, ið hann varð settur í gjár, so kann tað væl vera nakað um tað.


Í nátt varnaðist fólk nevniliga, at bilar ymsastaðni í Havnini stóðu heldur ófantaliga parkeraðir. Løgreglan fekk fyrstu fráboðanina eitt sindur yvir klokkan fimm í nátt, at tríggir bilar vóru parkeraðir úti á vegnum í Stoffalág.


Ongin skaði var komin á bilarnar, so løgreglan rullaði bara bilarnar til síðis, so teir ikki tarnaðu ferðsluni.


Næsta fráboðanin kom eitt sindur í sjey, tá enn ein bilur stóð soleiðis fyri í Nólsoyar Pall gøtu, at ongin annar bilur slapp framvið. Hesaferð eydnaðist tað tó, at fáa fatur á eigaranum, ið flutti bilin.


Á løgreglustøðini verður mett, at talan helst er um onkran, sum í fyllskapi hevur sett seg inn í ólæstar bilar, slept hondbremsuni og rulla teir út á vegin.