Bilar frá AUTO hava flutt havnarfólk í 45 ár

Hósdagin 18. desember fylti hýruvognsstøðin AUTO í Havn 45 ár. Umframt at flyta fólk í Havn, stóð bilstøðin AUTO eisini fyri skipaðum fólkaflutningi úr Havn og norður til Eiðis - áðrenn koyrandi var eftir Oyggjarvegnum

Hósdagin 18. desember fylti hýruvognstøðin AUTO í Havn 45 ár - støðin varð stovnað 18. desember í 1952, og vóru stigtakararnir Eigil Gunnarsson, Keysten Andreassen og Jóhannus Berg.

Eins og samfelagið er nógv broytt hesi 45 árini, so eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan samferðslu - og ferðslu sum heild. Tá í tíðini vóru ikki nógvir bilar í landinum, og bera vit saman við støðuna í dag, so vóru so gott sum allir bilarnir tá í tíðini arbeiðsbilar av onkrum slag: Vørubilar, lastbilar, hýruvognar og nakrir fáir privatbilar. Tað var ikki vanligt at keypa nýggjan privatbil - og vóru tí teir flestu keyptir brúktir.


Valutaloyvini tikin av

Undir seinna heimsbardaga sigldu føroysk skip til Bretlans, og har vórðu nógvar vørur keyptar - eisini brúktir bilar.

Tær nýttist valutaloyvi, skuldu tú ogna tær ein nýggjan bil, og tað var ikki bara sum at siga tað. Tí keyptu fólk sær ofta ein brúktan hýruvogn í staðin, síðan varð hann seldur, og søkt um valutaloyvi til at keypa ein nýggjan.

Í seinna helmningi av sekstiárunum varð skipanin við valutaloyvum tikin av, og fólk fóru at keypa nýggjar privatbilar í stórum tali. Tá hendi stórbroytingar í ferðsluni.


Teir stovna AUTO

Tann bilastøðin, sum seinni varð til AUTO, byrjaði umleið 1950 í tí húsinum, sum er aftan fyri Sjónleikarahúsið, har Hans Johs. Clementsen hevði Fólkavognsverkstað í mong ár. William Sloan (yngri) átti húsið, og har hevði hann havt bilstøðina TAXA, men var givin. Hann leigaði tá stovnarunum av nýggju bilstøðini hølini og navnið TAXA.

Har varð so hildið til í fleiri ár, og partafelagið varð stovnað tann 17. desember 1952 við navninum P/F AUTO A/S.

Stovnararnar vóru: Jóhannes Berg, Eigil Gunnarsson, KJaysten Andreassen, Henri Svensson, Andrew Djurhuus.

Aðrir partaeigarar vóru: Henry Berg, Mortan Mortensen, Jákup Berg, Jógvan Egholm (við Á), Martin Poulsen, Arne Jacobsen, Børge Andreasen, Jóhan Simonsen, Bjarni Dal Christiansen, Magnus Egholm, Martin Joensen (á Borg), Óla Kristian Jacobsen.

Hesir 17 vóru teir fyrstu partaeigararnir, síðan skiftu nøkur partabrøv hendru ta fyrstu tíðina, t. d. Pauli Hansen og Jens Petur Egholm (Pedda), sum tá komu við.

Eykaloyvi vórðu givin Jørgini Enghamar, Magnus Simonsen og Ansgar Jensen, sum seinni gjørdist partaeigari.

Nakrir av hesum komu frá einari støð, ið varð kallað Bilstøðin í J. C. Svabosgøtu, hon varð tá niðurløgd.


Stutt eftir keypti Zacharias Niclasen á Skipafelagnum ognina, og teir máttu flyta í onnur høli.

Støðin flutti síðan oman í Kongagøtu 2, har leigað varð í niðaru hædd í húsunum, og matstovan hjá Effe Mohr var í erva.

Zacharias Niclasen fekk seinni rætt til TAXA navnið og fór sjálvur at reka bilstøðina TAXA 1313 - í somu húsm aftan fyri Sjónleikarahúsið.


Strekkini vóru

ikki so long

Nú varð neyðugt við nýggjum navni, og á fundi tann 20. apríl 1955 var samtykt, at navnið skuldi verða P/F AUTO A/S. Sama árið varð eitt grundøki millum Niels Finsensgøtu og Lucas Debesargøtu keypt frá Jens Paula av Reyni.

Av tí at Havnará rann ígjøgnum økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá Niels Finsensgøtu. Støðin varð síðan bygd fyri ein part á sjálva brúnna og so yvir móti Lucas Debesargøtu.

Hetta var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði við avgreiðslurúmi, køki, bíðirúmi, stórari garasju við grøv í, so bilførararnir sjálvir kundu umvæl bilarnar, samstundis var olju- og bensinsøla har. Eisini vóru góðar umstøður til at vaska bilarnar. Støðin varð bygd í samstarvið við P/F Shell.

Teir longstu túrarnir tá vóru til Kirkjubøar, gamla enda á Oyggjarvegnum og niðan ímóti Hvítanesi. Ein býtúrur kostaði at byrja við tríggjar krónur og umleið fýra kroynur út á Argir ella niðan í Hoydalar.


Telefonboksir í býnum

P/F AUTO fekk telefonnummarið 1-2-3-4, og hetta nummarið var sera hent, tí øll dugdu tað uttanat eftir stuttari tíð. Seinni fingu telefonnummurini í Havn eitt 1-tal frammanfyri, og tá varð nummarið til 1-1-2-3-4. Tá varð roynt at fáa nummarið 1-2-3-4-5, men tað bar ikki til.

Enn eru helst fólk, ið minnast tær gulu telefonboksirnar hjá AUTO, sum stóðu ymsastaðni í býnum, har kundi ein bara ringja til AUTO.

Vit skulu hava í huga, at tað vóru nógv, sum ikki høvdu telefon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili.

Um sama mundið komu eisini telefonir í bilarnar, og var tað ein stórur lætti, tí nú slapst undan at koyra aftur á støðini millum hvønn túr.


Skipað rutusamband

Fyrst í sekstiárunum varð oyggjarvegurin longdur niðan í Mjørkadal og víðari niðan á Sornfelli. Úr Kollfjarðadali kom eisini vegur niðan móti Hórisgøtu, men vegirnir vóru ikki samanbundnir. Mitt í sekstiárunum varð farið undir rutukoyring norður eftir Oyggjarvegnum. Ta fyrstu tíðina varð koyrt úr Havn norður til Hórisgøtu. har mátti so skiftast í annani bil, sum stóð hinumegin.

Teir, sum áttu AUTO, stovnaðu tá P/F Oyggjarutuan, sum røkti rutuna heilt noðrur til Eiðis. Eisini høvdu teir ein bát, sum sigldi millum Hvalvík og Oyri við ferðafólki. Ein sendari varð settur upp ovast á Sornfelli, sum gjørdi tað møguligt at røkja hesa rutuna betur. Bilstøðin Bil røkti rutusambandmið til Vágarnar samstundis. Alt hetta er nú søga - og Bygdaleiðir røkja nú alla slíka rutu.

Mangt umbroytist. Tá Havnará skuldi leggjast undir heilt, og Niels Finsensgøta breiðkast, mátti tann parturin av AUTO, sum stóð á ánni, takast niður, og eftir ein umbygging kundi flytast inn aftur í eina støð, sum ikki var so sermerkt, sum tann gamla, sum sæst á myndini omanfyri.

Tað fyrstu tíðina koyrdu umleið 10 bilar frá støðini, og tá tað var upp á tað mesta, vóru út ímóti 50 bilar, sum hoyrdu til støðina.

Stjóri í P/F AUTO í dag er Høgni Simonsen.


Kelda: Tíðindaskrivið Ellisakfør, Magnus Gunnarsson