Í morgin hósdagin 18. mars lata dyrnar upp til størstu donsku bilaframsýningina “Biler i Bella” í Bella Centrinum á Amager.
Biler i Bella, ið er størsta bilaframsýning sum hevur verið fyriskipað í Danmark, verður frá 18.-21. mars við øllum teimum nýggjastu bilunum og sum nakað nýtt - eisini motorsúkklum
Á framsýningini verður alt frá teimum nýggjastu og kvikastu sportbilunum til praktiskar familjubilar, umframt at motorsúkklur nú eisini verða sýndar fram fyri fyrstu í Biler i Bella.
Eisini verður ein serligur básur ið nevnist “Ny teknologi”, har alt tað nýggjasta innan alternativ brennievni verður sýnt fram sum t.d. bilar sum verða drivnir við el, brint og hybridbilar.
Framsýningin Biler i Bella er opin í fýra dagar, frá hósdegnum 18. mars til og við sunnudagin 21. mars.
Í bilasíðunum í Sosialinum mikudagin 24. mars og á Bilradio á Rás2 hósdagin 25. mars verða frásøgnir frá Biler i Bella.