Bilar veðurfastir á Sandavágshálsi

Eitt vátaslettingsæl kom illa við hjá fleiri bilførarum, ið koyrdi um Sandavágsháls fyrr í dag.


Koyrilíkindi gjørdist nevniliga so mikið ring, at neyðugt var hjá fýra bilførarum at steðga á, og bíða til hjálp kom á staðið.


Bjarni Petersen, økisleiðari fyri miðøkið hjá Landsverk, upplýsir fyri in.fo, at ein maskina er á staðnum, og trupulleikin skjótt verður loystur.


- Vit sendu eina maskinu niðan, og hon er hjá bilunum nú. Maskinan er liðug við at grava, og fer nú at salta frammanfyri bilarnar, so at teir sleppa víðari. So vit vænta hetta verður loyst nú, sigur Bjarni Petersen í stuttari viðmerking.