Tað var stórur materiellur skaði, tá ein persónbilur og ein lastbilur hjá Bygma Balslev stoyttu saman á Vegnum Langa seinnapartin í Hoyvík í dag.
Lastbilurin var á veg norðureftir og persónbilurin suður eftir Vegnum Langa, tá persónbilurin kom í skeiva síðu og rendi saman við lastbilin.
Báðir bilførararnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið, men fingu tó ikki mein. Men bilar fóru – sum myndirnar vísa, sera illa, eisini stóri lastbilurin.