Leygardagin 23. og sunnudagin 24. november skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri stórari bilstevnu í Klaksvíkar Ítróttarhøll.
Seks bilasølur verða sum vant við, og verður Ítróttarhøllin á tremur við nýggjum bilum. Bilasølurnar sum við verða hesaferð eru: Norðbil, Bilasølan v/ Øssur Johannesen, Esmar Simonsen, Eyðbjørn Hansen, Johs. Berg og VR-Bilar.
Norðoyingar taka altíð væl ímóti slíkum stevnum, og hvørt ár eru tað hópin av fólki, sum leitar sær í høllina.
Tey vitjandi kunnu stemma uppá, hvøn bil tey høvdu ynkst sær, og harvið luttaka í einum lutakasti, tá ið stevnan endar. Tann bilurin sum fær mest stemmir, vinnir steyp til ognar.
Fyreikararnir siga í tíð-indaskrivi, at stevnan verður opin báðar dagarnar frá kl. 15.00 til 21.00.
Leygardagin kl. 17.00 verður undirhald fyri børnunum í Lognbrá.