Bilbumbur kravt 20 mannalív

Tvær ógvusligar bilbumbuspreingingar í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í

morgun hava kravt í minsta lagi 20 mannalív. Sambært tíðindastovunum

brustu bumburnar í býarpartinum Jaramana, har yvirhøvur kristin og drusar

búgva.

Sýriska sjónvarpið hevur víst myndir av oyðiløgdum húsum og bilum, og

myndirnar vísa eisini sløkkiliðsmenn, sum royna at hjálpa fólki út úr

húsaleivdunum.

Stjórnarkeldur siga, at tað vóru yvirgangsmenn, sum sprongdu bumburnar.

Myndugleikarnir umrøða vanliga mótstøðufólk sum yvirgangsmenn.

Bretska kringvarpið BBC sigur, at harðir bardagar hava verið í Jaramana

millum uppreistrarmenn og stjórnarhermenn teir seinastu dagarnar, og aðrar

keldur siga, at 48 fólk doyðu í samanbrestum í og nærhendis Damaskus í

gjár. Somu keldur siga, at 131 fólk lótu lív í bardøgum í Sýrialandi í

gjár.

Sýriskir mannarættindafelagsskapir meta, at meiri enn 40.000 fólk hava

latið lív, síðani uppreisturin ímóti Bashar al-Assad, forseta byrjaði.