Keypir tú tær ein bil, sum dálkar illa, skalt tú eisini betala fyri tað.
Tað verður úrslitið av einum uppskoti, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, fer at leggja fyri Løgtingið í ár.
Bárður Nielsen arbeiðir við einum uppskoti sum hann fer at leggja fyri Løgtingið um skrásetingargjald á bilinum.
Eftir uppskotinum verður ein partur av skrásetingargjaldinum á bilinum lagdur um til eitt umhvørvisgjald.
Tað merkir, at bilar, sum dálka illa, skulu verða dýrari at keypa og bilar, sum eru meiri umhvørvisvinarligir, skulu verða bíligari.
Líðandi tilgongd
Men Bárður Nielsen leggur dent á, at hetta verður ein líðandi tilgongd.
- Ein fortreyt er, at virðið á bilaparkini, vit longu hava, verður varðveitt sum tað er. Tað ber ikki til at seta slíkar broytingar í gildi við stuttum skotbrái, tí so fer tað við ein brest at gera summar bilar nógv dýrari og aðrar bilar nógv bíligari.
- Tað hevði verið ein vanlukka fyri tey, sum longu eiga bil, tí tað hevði fullkomiliga avlaga marknaðin fyri brúkar bilar, sigur hann.
Tað merkir, at tey, sum eiga bil, skulu kenna seg trygg, tí tey verða ikki rakt av hesum.
Hinvegin merkir tað eisini, at sum frálíður skulu fólk eggjast til at keypa umhvørvisvinarligar bilar. Tað merkir eisini, at tað ganga nøkur ár, áðrenn hetta slær í gjøgnum. Hinvegin verður botnurin lagdur nú, so longu næstu ferð, fólk skifta bilin, kann tað kanska loysa seg at hugsa um at ogna sær ein umhvørvisvinarligan bil.
Umhvørvisgjald
Bárður Nielsen sigur, at ætlanin er at broyta skrásetingargjaldið soleiðis, at tað framyvir verður ein samanblandingur av einum skrásetingargjaldi og einum umhvørvisgjaldi.
Í løtuni er skrásetingargjaldið 50% av fakturavirðinum upp til 70.000 krónur og 75% av virðinum yvir 70.000 krónur.
- Vit hava í eina tíð arbeitt við, hvussu vit kunnu broyta hesa skipanina so at hon tekur betri atlit at umhvørvinum.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið, Akstovuna, bilahandlarar, Toll-& Skatt og kanska onnur við, hava kanna málið.
Úrslitið er, at sum frálíður er ætlanin at umskipa gjaldið so, at umhvørvisgjaldið verður størri og størri og vanliga skrásetingargjaldið lægri og lægri, fyri at gera umhvørvisvinarligar bilar bíligari og bíligari, sum árini líða.
- Umhvørvisgjaldið verður so ásett eftir, hvussu stórt CO2 útlátið frá bilinum er, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur, at tað er lutfalsliga einfalt at áseta, hvussu stórt CO2 útlátið er frá einum bili, tí tað er ásett fyri allar bilar, sum verða seldir í Evropa.
Men hetta hongur ikki treytaleyst saman við, hvussu stóran motor, bilurin hevur, tí tað er ymiskt, hvussu effektivir motorar eru.
- Men yvirskipað kunnu vit siga, at ein bilur, sum koyrir 20 kilometrar upp á liturin sleppur minni CO2 út í luftina og er sostatt umhvørvisvinarligari enn ein bilur, sum koyrir 10 kilometrar upp á liturin.
Hann leggur eisini afturat, at gongdin seinastu árini er, at motorarnir verða effektivari so at bilarnir koyra longri og longri upp á liturin.
- Men endamálið er, at bilar, sum slúka bensin og dálka illa, skulu verða líka dýrir, sum teir eru nú, ella dýrari og bilar, sum dálka minni, skulu verða bíligari, fyri at eggja fólki til at hugsa um umhvørvið, tá ið tey keypa bil, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hann veit ikki rættiliga, nær hann fer at leggja uppskotið fyri Løgtingið.
Hann ivast í um tað eydnast at leggja tað fram í hesi tingsetuni, sum endar á Ólavsøku, tí so skal tað leggjast fram hendan næsta mánaðin.
Men so er í hvussu so ætlanin at leggja fram í heyst.
Ikki dýrari bensin
Annars eru tað eisini politikarar í Løgtinginum, sum hava nevnt møguleikan at vit hækka prísin á bensini og diesel fyri at fáa fólk at spara.
John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur víst á, at tað er fáa staðni um okkara leiðir, ella kanska ongastaðni, at brennievni til bilar er so bíligt sum hjá okkum og hann hevur tí mælt til at seta prísirnar upp fyri at eggja fólki at koyra minni fyri at spara.
Hann heldur, at tað kundi eggja fólki til at gingið tey stuttu ørindini heldur enn at seta seg inn í bilin mestsum av sær sjálvum, bara tey skuldu frá húsum okkurt lítið ørindi.
Men tað skulu vit ikki vænta, tí Bárður Nielsen sigur, at hetta er als ikki ein spurningur, sum arbeitt verður við politiskt.
Bárður Nielsen sigur, at hann er ikki fyri at hækka avgjaldið á bensini og á diesel, tí tey avgjøldini eru rættiliga høg frammanundan.