Bilførarar av Norrønu skuldu blása í morgun

Tá ið Norrøna kom á Havnina tíðliga í morgun, stóð løgreglan fyri bilunum, sum koyrdu í land. Løgreglan ger viðhvørt tað, at teir kanna bilførarar, sum koma í land av Norrønu fyri at vita, um teir eru edrúir, og tað varð so aftur gjørt, tá ið Norrøna kom á Havnina klokkan fimm í morgun.

 

Men Løgreglan sigur, at har var einki at seta fingurin á, tí allir bilførararnir vóru edrúir. Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í gjár, men heldur ikki í tí sambandi varð nakar skrivaður upp.

 

Annars hevur hetta verið eitt hendingi friðarligt vikuskifti hjá løgregluni. Tað hevur verið nógv fólk í býnum kring landið, men tað hevur ikki elvt løgregluni til nakað serligt stríð. Tey hava hjálpt nógvum fullum fólki, sum ikki hava klárað seg sjálvi, men lítið annað av nøkrum.