Bilførarar eru alt ov líkasælir

Løgreglan í Havn undast á líkasæluna hjá bilførarum, sum als ikki taka lyktakanningina í álvara. Nú løgreglan í næstan tvær vikur hevur kannað bilar, verða framvegis 25% av kannaðu bilførarunum sektaðir

Eirikur Lindenskov


? Eg veitt satt at siga ikki, hvat vit skulu gera, men einki tykist hjálpa. Hvussu ber tað til, at fjórði hvør bilur, sum verður kannaður í grein 13 kanningunum, verður sektaður?

Hetta spyr Suni Vinther, á Politistøðini í Havn.

Løgreglan í Havn hevur síðani 1. november regluliga kannað nógvar bilar - og framvegis vísir tað seg, at fjórði hvør verður sektaður.

Tað eru serliga ljósunum, sum galið er við. Hetta er ikki bara nakað, sum løgreglan leggur til merkis, tí koyrir tú gjøgnum býin í Havn, so møtir tú nógvum »einoygdum« bilum, og vit kunnu bara geva Suna Vinther rætt í, at hetta er sera løgið, tá Ferðslutrygd gjørdi so nógv burtur úr lyktakanningini, sum vardi í tvær vikur, og nú tá løgreglan í næstan tvær vikur hevur steðgað fleiri hundrað bilum.

? Men hvat er tað sum bagir, er tað vantandi respekt fyri løgregluni, ella eru fólk bara ikki von við, at løgreglan ger grein 13 kanningar?

? Vit gera javnan hesar kanningar, so tað er ikki orsøkin, sigur Suni Vinther.

? Men vit vita av royndum aðrastaðni, at slíkar herferðir gera ikki tann stóra munin. Har verður hildið, at hetta er ikki effektivasti mátin ? bara at brúka nakrar vikur til slíkt. Skulu slíkar herferðir veruliga geva úrslit, so skulu tær gerast nærmast í áravís, sigur Suni Vinher.

Men hann heldur tó nakað vera heilt galið, tá fólk eru so líkasæl.

? At ein av fýra bilførarum verða skrivaðir til at fáa bót, sjálvt um tiltak okkara nú íhaldandi - uttan steðg, dag sum nátt, hevur staðið við í hálva aðru viku, vísir, at okkurt er galið. Hví hava fólk ikki koyrikortið uppi á sær? hví hava tey ikki kannað ljósini? - er bótin ov lítil, ella hvat er tað, sum er galið, spyr Suni Vinther.

Løgreglan í Havn hevur 10 løgreglufólk til arbeiðis, sum bara taka sær av grein 13 kanningum - og kanningarnar verða gjørdar alt samdøgrið.

Taka vit úrslitið av kanningini millum klokkan 6:30 mikumorgunin til klokkan 3:30 hósmorgunin, so vísti tað seg, at av teimum 216 bilunum, sum vórðu kannaðir, vórðu 53 sektaruppskot skrivað.



Kanning av

216 bilum:

? 31 bilar høvdu ikki ljósini í lagi.

? 11 sótu ikki í trygdarbelti.

? 28 høvdu ikki koyrikortið uppi á sær.

? 5 høvdu niðurslitin dekk.

? 2 koyrdu við tendraðum tokulyktum.

? 1 hevði ikki handbremsuna í lagi.

? 1 koyrdi við ov nógvari ferð (115 har bert var loyvt at koyra 80km)