Bilførari fluttur á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Fólk í grannalagnum vaknaðu av brestinum, tá ið ein bilur fór út av

Klokkan var akkurát farin av fimm í morgun, tá ið søldfirðingar ringdu til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi.

Talan var um ein bil, sum var farin oman av vegnum, og tey vóru vaknað av brestinum, tá ið bilurin fór útav.

Bilurin var farin nakað oman av og lá á takinum, og løgregla, sjúkrabilur og sløkkiliðið vórðu send á staðið.

Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð fingin úr bilinum og varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Enn veit løgreglan ikki, hví óphappið hendi, tí tey hava ikki fingið samband við nakran, sum hevur sæð óhappið.

Vit hava tosað við nøkur fólk, men tey eru øll komin á staðið, eftir at óhappið er hent, sigur løgreglan.

Annars hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni, tað hevur verið nógv fólk í býnum, men lítið hevur verið at gjørt.