Bilførarin í Barcelona eyðmerktur

Spanska løgreglan hevur staðfest, at talan eru um 22 ára gamla Younes Aboiyaaquob, ið skal hava koyrt bilin í Barcelona, tá 13 fólk blivu dripin.

 

Løgreglan veit enn ikki hvar hann er staddur, men gingið verður nú út frá, at hann eins væl kann verða farin inn í eitt grannaland, sum at hann er í Spania.

 

Tilsamans eru nú 15 fólk deyð av yvirgangsálopinum í Spania. Hósdagin doyðu 13 fólk í álopinum í Barcelona. Dagin eftir misti ein kvinna lívíð í býnum Cambrils, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu. Hósadagin bleiv ein maður funnin lívleysur í bili sínum, eftir at yvirgangsmennirnar høvdu tikið mannin av ræði og síðan tikið bil hansara.

 

Av teimum 12, ið eru undir illgruna fyri at hava staðið handan álopini, er tað einans Aboiyaaquob, ið ikki er funnin. Hinir eru annahvørt handtiknir ella deyðir.