Vanlukkan, sum hendi í Kollfjarðartunlinum um 15.00 tíðina í dag, kostaði eitt mannalív. Talan er um ein mann í 50'unum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ein bilur kom koyrandi úr Kollafirði og suðureftir, og bilførarin sá ikki mannin á súkkluni, fyrr enn tað brast.
Í bilinum var ein einsamallur maður, og hann hevur ikki fingið skaða.
Familjan er kunnað, sigur vakthavandi.