Flest allir føroyingar, sum hava verið í Danmark, munnu kennast við handlarnar Bilka, Føtex og Netto Tað er Dansk Supermarked, sum eigur handlarnar, og í gjár boðaði leiðslan frá, at hon leitar eftir nýggjum handilsumráðum til Bilka Bilka-handilshúsini eru so stór, at donsk lóg loyvir ikki fleiri, og tí noyðast eigararnir av landinum at byggja. Serliga verður hugt at londum sum Týsklandi, Póllandi, Svøríki og Bretlandi, sigur DS.