Bill Clinton kemur ikki fyrr enn í august ella oktober

Vinnuhúsið boðar í morgun frá, at Bill Clinton valla kemur fyrr enn august ella oktober. Tey, ið hava keypt atgongumerki, fáa peningin aftur við at venda sær til Vinnuhúsið Í síðstu viku boðaði fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton frá, at hann var noyddur at útseta føroyavitjanina av persónligum ávum. Tiltakið í Norðurlandahúsinum, har Bill Clinton og vápnaeftirlitsmaðurin Hans Blix skuldu røða tann 24. mai, mátti tí flytast til seinni.

Í dag er vorðið greitt, at tað kunnu ganga tvær vikur afturat áðrenn Føroya Arbeiðsgevarafelag fær endalig boð um, nær vitjanin verður, men at tað helst fer at liggja fyri hjá Clinton at koma til Føroya í august ella í oktober.

Tey, ið hava keypt atgongumerki og møguliga ikki fáa komið í Norðurlandahúsið tann dagin Bill Clinton og Hans Blix verða í Føroyum, kunnu sjálvsagt fáa peningin aftur við at venda sær til Vinnuhúsið.