Bill hevur kært Kristinu um pedagogarnar

Tað letur til, at eftirskjáltarnir av arbeiðssteðginum hjá námsfrøðingunum enn gera seg galdandi

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til Landsstýrismálanevndina. Tingmaðurin skrivar í kæruni, at hann vil kæra landsstýriskvinnuna fyri handfaringina av málinum um lønarútgjaldingar til limir í Føroya Pedagogfelag undir verkfalli.

- Undirritaði skal hervið kæra Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum fyri landsstýrismálanevndina fyri óheimilað, og í stríð við galdandi reglur, at hava útgoldið løn til limir í Føroya pedagogfelag undir verkfalli, skrivar Bill Justinussen í kæruni.



Víðari greiðir tingmaðurin frá, at hann ikki er nøgdur við tey svar, sum landsstýriskvinnan gav fyrr í ár, tá ið tingmaðurin setti fram §52 spurningar um tað sama. Í tí skrivar Kristina Háfoss millum annað.

- Landið valdi í desember mánaði at rinda mánaðarløntum løn av praktiskum orsøkum, so sum vanligt er. Dømi um hetta eru m.a. í sambandi við verkføll í 1995, 1999 og 2012. Verkfallið í 2012 rakti eisini tann kommunala geiran, sum gjørdi tað sama sum landið. Løn varð rindað út undir verkfallinum, og mótroknað varð í løn aftaná. Tað er lættari at gera mótrokningina, tá ið verkfallið er av. Tá liggur eisini klárt, hvørji fólk hava verið undantikin frá verkfallinum tann mánaðin, summi heilt undantikin, summi partvíst undantikin. Tá er eisini størri vissa fyri, at rætt verður roknað. Haraftrat varð verkfallið suspenderað frá 22. desember klokkan 23 til tann 27. desember klokkan 7, eins og óvist var - tá lønir vórðu rindaðar fyri desember mánað longu 19. desember - hvørt verkfallið fór at vera av millum jól og nýggjár. Desembur mánaður er serstakur, tí júst hendan mánaðin verður lønin útgoldin tíðliga. Í januar lønini varð mótrokningin framd, skrivar landsstýriskvinnan og Fíggjarmálaráðið í svari.



Hetta svarið er Bill Justinussen alt annað enn nøgdur við. Hann heldur hetta vera eitt serdeilis arrogant svar, og at tað avdúkar ein holdning har farið verður lætt um almennan pening.



- Høvuðsgrundgevingin fyri at brúka hendan pening uttan grund skal nevniliga eitast at vera, at forbrúkið er meira praktiskt enn at halda útreiðslunum aftur. Hetta er eitt ódokumenterað páhald, tá tað væl letur seg gera bæði tekniskt og praktiskt at halda lønarútgjaldingum aftur, nakað sum vísti seg eftirfylgjandi fyri sama arbeiðsgevara, og sum vit eisini kenna frá bæði privata arbeiðsmarknaðinum og fyri einstakar kommunu, sum lat vera við at rinda løn undir hesum sama verkfallið, skrivar Bill Justinussen í kæruni.





Landsstýrismálanevndin hevur sent kæruna víðari til viðger hjá løgtingsgrannskoðarunum um, hvørt ein útreiðsla er hildin, sum ikki lógarheimild er fyri. Landsstýrismálanevndin heitir á løgingsgrannskoðararnar um at kunna nevndina um sína niðurstøðu soleiðis, at landsstýrismálanevndin eftirfylgjandi kann taka støðu til møguliga víðari kanning í málinum við atliti til aðrar spurningar.