Bill Justinussen fekk svarið hann vildi hava

Hereftir skulu eysturoyingar og norðoyingar ikki longur ringja til Havnar, tá ið tey hava brúk fyri lækna

Hereftir skulu fólk í Eysturoy og Norðoyggjum nú sleppa frá at ringja til Havnar, tá ið tey hava brúk fyri kommunulækna eftir vanliga arbeiðstíð.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Síðani kommunulæknaskipanin varð broytt, so at øll skuldi ringja 1870, og so er tað ein kommunulækni á vakt á Landssjúkrahúsinum, sum tekur telefonina, og metir um støðuna. Og har tað verður mett neyðugt, kunnu fólk vera biðin um at koyra á Landssjúkrahúsið í Havn til kanningar.

 

Hetta hava tey javnan og savnan fýlst á í norðara parti í landinum. Og ein onnur atfinning afturat hevur verið, at ofta eru fólk noydd at bíða í ævir áðrenn læknavaktin í Havn svarar.

 

Og tá ið tey so eru komin á Landssjúkrahúsið er eisini vandi fyri at noyðast at sita í tímavís og bíða, tí læknin hevur ov nógv at gera.

 

Og serliga fýlast politikarar í Norðoyggjum á, at norðoyingar, sum skulu til lækna uttanfyri vanliga arbeiðstíð, mugu koyra framvið Klaksvíkar Sjúkrahúsið, heilt til Havnar og tað halda tey ikki er nakað høpi í.

 

– Støðan í dag rakar hvørt heim norðanfyri Hórisgøtu, staðfestir Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn.

 

Og nú hevur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin enn einferð reist spurningin - og hesa ferð fekk hann tað svarið, hann vildi hava.

 

Sirið Stenberg sigur nevniliga, at ætlanin er at leggja eysturoyingar afturat Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

–  Tað er rætt at kanna eftir um tað ikki ber til at gera broytingar í skipanini, og tað skal gerast í samstarvi við teir avvarðandi partarnar, sum eru Heilsutrygd og Kommunulæknarnar, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon sigur, at í roynd og veru er tað eisini at tilmæli í menningarætlanini, sum nú er løgd fyri heilsuverkið, at kommunulæknaskipanin í Norðurføroyum verður løgd í eina skipan fyri seg.