Bill Justinussen í hernað móti pensjónistunum

Hvat ætlar Bill Justinussen at bjóða teimum sjúku, gomlu og trongjandi, tá tey vælbjargaðu eru flýdd yvir til privatar vælferðarloysnir, tí tey tíma ikki longur at vera partur av einum felagsskapi, sum ikki er fyri tey?

 

Bill Justinussen rør í viðmerking framundir, at Javnaðarflokkurin hevur slept pensjónistunum upp á fjall, tí flokkurin tvíheldur um grundarupphæddina í fólkapensjónini. Hesin sami Miðflokkamaður, sum júst í hesi stund fellir eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at hækka pensjónina hjá teimum, sum bert hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av.

 

Nei, Bill Justinussen, Javnaðarflokkurin hevur ikki slept pensjónistunum uppá fjall.  Javnaðarflokkurin stríðist sum úlvur á skóg fyri pensjónistunum. Og Javnaðarflokkurin stríðist sum úlvur á skóg fyri vælferðarsamfelagnum. At hesar skipanir skulu yvirliva samgonguna, sum púra miðvíst hevur sett sær sum mál at avtaka báðar.

 

Verandi politikkur hevur eittans endamál: At hvør einstakur sætir sær. Hendan ultraliberalistiska strategiin er so sára einføld: Við at skerja tað almenna, felagsskapin, inn á bein, verður ónøgdin so stór, at samanhaldsmegin viknar. Hetta síggja vit nærum dagliga, har samgongan meldar út um privatiseringar av forsømdum vælferðarøkjum, so sum eldraøkið, skúlan, pensjónsøkið, ferðasambandið til útjaðaran, kringvarpið osv.

 

Alt við tí stóra amerikanska egingirndarsamfelagnum sum fyrimynd.

 

Lætt og elegant trívur Bill Justinussen, enn einaferð, á sera ókristiligan hátt, eftir tí populistisku loysnini, og leggur Javnaðarflokkin undir at svíkja pensjónistarnar. Og at  misbrúka navn og eftirmæli hansara, sum fram um øll var faðir at føroysku fólkapensjónini í hesi herferð, himprast hann ikki við.

 

Tað er neyðugt at síggja veruleikan í einum størri høpi. Hetta liggur tó ikki til Bill Justinnusen, sum meira er til tær stuttskygdu loysnirnar, sum ikki krevja stórvegis abstraktiónsevni. Eins og við flatskattinum og forskattingini av pensjónum, er avtøkan av fólkapensjónini typiskur pissa-í-buksurnar politikkur.

 

Hesin Miðflokkamaður, sum saman við sínum medseku, meiri enn nakrantíð hevur víðkað gjønna millum fólk í Føroyum – millum inntøkubólkar, ættarlið, landspartar, kynini og aldursbólkar.

Sum atkvøddi fyri forskatting av pensjónum, og harvið dróg teppið undan framtíðar vælferð.

Sum framdi eina grova skattahækking við forskattingini av pensjónum.

Sum nú tvingar allar løntakarar at rinda 15 prosent í persónligari pensjónsuppsparing, sum verður mótroknað í samhaldsføstu fólkapensjónini.

Og sum gav ein flatskattalætta til millióningin á 7.000 kr. um mánaðin, meðan pensjónisturin fekk snópisligar 50 kr.

Spyr so, hvønn Bill Justinussen elskar mest – tann vælbjargaða ella pensjónistin!

 

Lat tað verða sligið fast við sjeytummanaglum: Vælferðarsamfelagið er fyri øll. Øll kunnu koma ill fyri og fáa brúk fyri felagsskapinum. Bæði rík og fátøk. Øll rinda til vælferðina, og neyðugt er, at øll vísa skipanini vælvild. Tí hava vit ikki ráð til forsøma fólk, heldur ikki tey vælbjarðau, ið sum kunnugt rinda lutfalsliga nógv til felagsskapin. Tey eru, eins og lægri inntøkurnar, fíggjarliga grundarlagið undir vælferðini. Tí er vøkstur og framburður millum aðalmálini hjá Javnaðarflokkunum í norðurlondunum – uttan inntøkur, ongin vælferð.

 

Tí er vert at spyrja, hvat Bill Justinussen ætlar at bjóða teimum sjúku, gomlu og trongjandi, tá tey vælbjargaðu eru flýdd yvir til privatar vælferðarloysnir, tí tey tíma ikki longur at vera partur av einum felagsskapi, sum ikki er fyri tey?

 

Hetta er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin ikki vil endurskapa eyðmýkjandi fátækrahjálpina, olmussuna, til ”værdigt trængende”. Tí tvíheldur Javnaðarflokkurin um fólkapensjónina, eins og at vit tvíhalda um hinar vælferðarskipanirnar, sum eru fyri øll. Barnafrádrátt fyri øll, heilsuverk fyri øll og skúla fyri øll. Fyritíðarpensjón, um tú verður óarbeiðsfør, sjúkradagpening, um tú verður sjúk, barsilsgjald, um tú fært barn og so framvegis. Stutt sagt: Vælferð fyri øll.

 

Eisini fyri tey, sum hava spart upp til egnan aldurdóm, og sum eiga hvørt eitt oyra, sum tey hava spart upp – bæði í privata pensjón og grundarupphædd.

 

Og tað hava vit ráð til. Føroyar er millum heimsins ríkastu lond í tilfeingi. Men Bill og hansara fólk ynska ikki inntøkur. Tey ynskja ikki, at fólksins ogn skal koma fólkinum til góðar. Tey ynskja ikki at forvalta, foredla og fordeila ríkidømið landsins, fólkinum at frama. Tey ynskja nevniliga, at hvør sætir sær – og at vælferð og sosialur tryggleiki er ein privat søk.

 

Tí verður spennandi at vita, hvat Bill Justinussen og hansara fólk fara at atkvøða, tá uppskotið frá stóru andstøðuflokkunum um hægri fólkapensjón, mánaðarliga 350 kr. til støk og 500 kr. til hjún, til teir pensjónistar, sum bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av, kemur til viðgerðar í tinginum um nakrar dagar.

 

Vís tú tá títt sanna virði Bill Justinussen!