Bill livir upp til fordómarnar

At Jenis av Rana og Bill Just­in­us­s­en ikki eru verðins bestu vinir hava vit fingið at vita fleiri ferðir síðani valið.

Teir trúgva upp á sama gud, men burtursæð frá tí eru ikki nógv felags politisk sjón­ar­mið at síggja í teirra fram­ferð.

Tað gav at bíta, tá sam­gong­an varð skipað fyri sløk­um tveimum árum síðani. Jen­is av Rana vildi ikki kenn­­ast við hesa borgarligu sam­gongu. Nú er støðan tann, at Bill Justinussen av­nokt­ar framferðina hjá Jen­isi av Rana, sum hevur aðra hugsan, enn Bill, um tunn­il­in.

Men alt er sum tað eigur at vera. Søgan hevur víst, at síðani Adolf Hansen yv­ir­tók Fram­burðsflokkin hava hes­ir flokkar, sum hava pynt­að seg við kristiliga skjaldr­a­merk­i­num, illa klár­að at sam­starv­að, tá ting­mann­ing­in fór upp um ein tingmann.