Bill og Bagge harmast

AB venjarin heldur, at tað er ofta spælt í verri veðri enn tí, sum nú er, og Bagge hevur lagt nýggjar ætlanir saman við sínum monnum

Bill Jacobsen, venjari hjá AB, harmast um, at dysturin millum AB og B36 ikki verður spældur í kvøld. Nú ein hálvan tíma eftir, at fyrsta bríkslið var ásett at vera, er tað púra stilt í Vika á Argjum.

-Tað eru nógvir dystir spældir í Føroyum í verri líkindum enn teimum, sum nú eru her á vøllinum. Her er púra stilt nú, staðfestir ein harmur AB venjari, sum kortini tekur til eftirtektar, at dómarin hevur útsett fyrsta bríkslið at vera klokkan 13 í morgin. Nú fer hann av avtala við sínar menn, hvussu farast skal fram fyrrapartin í morgin.

Eisini B36 venjarin Sámal Erik Hentze harmast um, at tað var mett neyðugt at útseta:

-Vit mugu taka tað til eftirtektar, sum dómarin ger av. Men eg eri samdur við AB venjaran í, at nú verður neyðugt at leggja ætlanir fyri, hvussu farast skal fram í morgin, sigur Sámal Erik Hentze í samrøðu við Rás2.

Rás2 fer at siga frá AB-B36 klokkan 13.00 í morgin.

Seinni í kvøld verður samrøða við Petur Reinert, dómara, her á síðuni. Tað var hann, sum gjørdi av, at tað ikki var ráðiligt at spæla á Argjum í kvøld.