Bill og Melinda Gates skulu skiljast eftir 27 ára hjúnalag

Hóast hjúnaskilnaðin halda tey fram í samstarvi um vælgerandi grunnin Bill & Melinda Gates Foundation.

 

Eftir 27 ára langt hjúnalag skal Microsft-milliardingurin Bill Gates og konan Melinda Gates skiljast.

Tað upplýsa tey bæði í eini felags fráboðan á Twitter.

– Eftir gjølla umhugsan og nógv arbeiði upp á hjúnabandið hava vit gjørt av at enda hjúnaband okkara, skriva tey.

– Í hesi seinastu 27 árini hava vit alt upp trý fantastisk børn og bygt upp ein grunn, sum kring allan heimin arbeiðir fyri, at fólk kunnu liva eitt sunt og virkið lív.

Tey bæði siga víðari, at tey fara at halda fram við at samstarva um Bill & Melinda Gates Foundation.

– Vit eru framvegis samd um ta ætlan og vit halda fram við arbeiði okkara við grunninum saman, men vit trúgva ikki longur uppá, at vit kunnu menna okkum saman sum par í hesum næsta kapitli av lívi okkara, skriva tey.

Tann vælgerandi grunnurin er sambært blaðnum Forbes heimsins størsti privati vælgerarfelagsskapur.

Bill Gates hevur latið Microsoft-partabrøv sum eru verd umleið 35,8 milliardir dollarar til grunnin hjá sær og konuni.

Bill & Melinda Gates Foundation, sum varð stovnaður í 2000, letur pengar til fleiri endamál so sum stríð ímóti aids og fátækradømi.

Saman við tónleikaranum og aktivistinum Bono vórðu Bill og Melinda Gates í desember í 2005 kosin til »Ársins persónar« av amerikanska blaðnum Times.

Grundgevingin var, at »tey gera tað góða upp á ein skynsaman máta, geva politikki nýggjan týdning, gera miskunnsemi klókari og royna at fáa okkum onnur at fylgja eftir«.

65 ára gamli Bill Gates tók seg úr nevndini í Microsoft í mars í fjør fyri at fáa betri stundir til manngóða arbeiðið.

Bill Gates, sum saman við Paul Allen stovnaði Microsoft í 1975, fór frá sum toppstjóri í 2000 og lat ábyrgdina til Steve Ballmer.

Fram til 2008 var Gates limur í stjórnini í sofwarerisanum og til 2014 nevndarformaður. Síðani var hann vanligur nevndarlimur.

Bill Gates gjørdi Microsoft til eitt av heimsins virðismestu børsskrásettu feløgum, og hann er sambært Forbes góður fyri slakar 130 milliardir dollarar.

/ritzau/